Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tey berjast um æruna, bert eg fái lambið

Jónleif Johannesen, Javnaðarflokkurin og samgongulimur

Hetta rann mær til hugs, nú politikarar í Klaksvík kropp á kroppi leypa út at rópa um, hvat teir hvør í sínum lagi hava megnað at raðfesta her norðuri. Tykist mær eitt sindur fjákut, men helst gevur hetta gagnliga umtalu, og tað er neyðugt hjá politikarum, so friður við tí.

 Eg kundi fari uppí hetta kórið við góðari samvitsku. Kundi víst á at landsstýrisfólkini hjá Javnaðarflokkinum umsita raðfestingina á Syðradali, Tekniska Skúla, Húsarhaldsskúlanum og heimi til heimleys. At tað er okkara Løgmaður, sum, sambært fyrrverandi stór politikara, gjørdi eina geniala politiska telving, ið framskundaði og raðfesti 15 mió kr meira til Klaksvíkar Sjúkrahús, við at gera avtalu við Sjálvstýri.

Fari tó ikki í sjálvsøkni at klóra Javnaðarflokkinum alla æruna av hesum raðfestingum, tí uttan at fólk í øllum samgonguflokkum, tóku tøk, hevði hetta ikki eydnast. Og uttan at øll 19 løgtingsfólkini endaliga tóku undir við fíggjarlógini, kundi løgmaður ikki bundið sloyfu á fíggjarlógina 2018, soleiðis sum hon sær út, og við teimum góðu raðfestingum hon inniheldur.

Jónleif Johannesen, Javnaðarflokkurin og samgongulimur