Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hansa vann fyrsta búnaða súrepli í Trøðum

Oliver Joensen

Mangt ymiskt var til sølu á Eplafestivalinum á Sandi í dag. Kristian Højsted var settur sum uppboðshaldari av fyrsta búnaða súreplinum í Trøðum á Sandi í ár.

Uppboðssølan var meksikansk og sølan gekk út upp á at Kristian eggjaði fólki til at tveita eitt oyra í spannina hann stóð við. So skuldi vinnarin gerast hann ella hon, ið kom við seinastu fimmkrónuni, sum bleiv koyrd í. 

Hetta gjørdist ein stuttlig løta, við tað at summi vóru ov bráð og vóru ov skjótt uppi við fimmkrónum, ímeðan onnur dugdu væl og bíðaðu til áhugin linkaði. Hansa Glerfoss, ið er skúlastjóri her var tann, ið dugdi best at stýra síni íløgu. Í øllum førum gjørdist hon vinnarin og fór avstað við súreplinu.

Aftaná fingu vit eisini eina mynd av trænum, ið hevur fostrað hetta vakra súrepli (ein mynd er við niðanfyri)