Tað, ið er eitt sermerki á Eplafestivalinum í Trøðum á Sandi er, at tey brúka tey høli og tær umstøður, ið tey liva við í dagligdegnum.
Vit vóru millum annað til forvitnisliga filmsframsýning í einum gróthúsi hjá bóndanum í Miðstovuni. Sera hugnaligt var innanveggja, har ein telda við hjálp av eini videokanón vísti ein film, sum sjónvarpið gjørdi í 80-unum um hvussu føstulávintsdagur varð hildin á Sandi í gomlum døgum.
Jóhan Petur í Skorti greiddi sera hugvekjandi frá um hvussu dagurin fór, har byrjað var við tunnusláttri um morgunin og vitjað var hús úr húsi. Eisini sást ein sketsja, sum var spæld í ungmannafelagshúsinum.
Vit sótu á holmballum og svølgdu hvørjum orði sum Jóhan Petur segði okkum. Ein sera hugnalig og forvitnislig løta í ikki minni forvitnisligum umhvørvi ímillum básar, hoyggj og holmballur.




