TB/FC Suðuroy/Royn hevði eitt ungt lið móti KÍ.
TB/FC Suðuroy/Royn hevði eitt ungt lið móti KÍ.
Suðuroyingar tryggjaðu sær við javnleikinum á KÍ framhaldandi pláss í Effodeildini fyri kappingarárið 2018. Og hyggur ein eftir liðnum, so standa tey bestu árini fyri framman hjá suðuroyingum, tí liðið er ungt. Elsti leikarin í uppstillingini var 25 ár og tað var Mats Walberg. Næstelsti leikarin var 23 ár. Liðið hevði ein miðalaldur á 21,5 ár, sum er óvanliga ungur miðalaldur fyri uppstillingar í Effodeildini.
Marius Berntzen 23 ár
Dánjal Godtfred 21
Anton Holse 20
Búi Egilsson 21
Heri Kjærbo 22
Eirikur Ellendersen 23
Stefan Radosavljevic 17
Teitur Olsen 22
Salmundur Bech 21
Mats Walberg 25
Jón Áki Jacobsen 21
Miðalaldur: 21,5 ár




