Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Framtíðin hjá Jóhan T. Davidsen er ógreið

Jákup Ósá

Sjálvur sigur hann, at hann er ikki komin har til, at hann kann taka støðu til, hvar hann spælir næsta ár.

Sjálvur sigur hann, at hann er ikki komin har til, at hann kann taka støðu til, hvar hann spælir næsta ár.

29 ára gamli A-landsliðsleikarin og HB liðskiparin Jóhan T. Davidsen hevur í fleiri ár verið millum mest eyðsýndu miðverjar í Effodeildini. Hann hevur seinastu árini spælt við HB, men er annars uppaldur í NSÍ. Hann er ein av fáu A-landsliðsleikarunum, sum ongan sáttmála hava við nakað felag í 2018.

– Eg eri ikki komin har til, at eg kann siga, hvar eg spæli næsta ár. Eg má tosa við HB fyrst og so taka vit tað har frá. Eg trívist væl í HB, sigur Jóhan við Norðlýsið. Hann váttar, at okkurt annað felag hevur víst áhuga, men vil ikki siga, hvat felag talan er um. Men hvat er so avgerandi fyri, hvar Jóhan spælir næsta ár.

– Tað skal vera nakað sum er spennandi, gevur meining og har menning er í, sigur Jóhan T. Davidsen við Norðlýsið.

Sostatt er ógreitt, hvar HB liðskiparin spælir næsta ár. Sum Norðlýsið skilir, so er tað m.a. barndómsfelagið NSÍ, sum vísir áhuga eins og í fjør, tá Jóhan valdi HB fyri 2017.