Leygarkvøldið 21. oktober verður enn eitt brak av einari ársveitslu hjá KÍ.
Leygarkvøldið 21. oktober verður enn eitt brak av einari ársveitslu hjá KÍ.
Seinastu árini hevur KÍ skipað fyri væleydnaðum ársveitslum, sum bara er blivnar betri umtóktar fyri hvørt ár. Í ár verður ársveitslan eins og undanfarin ár sama kvøld, sum seinasti landskappingardysturin hjá Effoliðnum er leiktur, sum er heimadystur móti NSÍ. Leisturin verður líknandi sum undanfarin ár. Gestarøðari í ár verður Suni Merkistein, sum vit kenna sum m.a. fótbóltsfrásøgumann hjá KVF. Hann hevur eisini m.a. gjørt sjónvarpssendingina um 66 liðið hjá KÍ.
Á skránni á ársins veitslu er m.a.:
– Trý-rættað matskrá frá Gepetto
– Gestarøða frá Suna Merkistein
– Uppboðssøla av blusum hjá Effoliðnum hjá KÍ
– Høvuðsvenjarin Mikkjal K. Thomassen tekur samanum 2017
– Bláa Bylgjan velur ársins leikarar og ungu leikarar hjá besta kvinnu- og mansliðnum
– Dansur við Eyðun, Kim og James. DJ-Cool vendir plátum
Til at leiða borðhaldið verður Maria Ziskason Nesá. Dyrnar í Klaksvíkar Badmintonhøll lata upp kl. 19.00 og farið verður til borðs kl. 19.30 stundisliga.
Atgongumerkir á 375 krónur fáast til keyps í Fast í Klaksvík. Seinasta freist at keypa er týskvøldið 17. oktober kl. 18.00.




