Harleywoodpaint
Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

EB/Streymur/Skála ella KÍ: FM kvinnufinalan verður leygardagin

Jákup Ósá

Leygardagin verður avgerandi dysturin um føroyameistaraheitið í bestu kvinnudeildini. Dysturin verður spældur í Hólmanum á Eiði.

KÍ kvinnurnar hava sett heimsmet, og seinastu árini hevur spurningurin verið, hvussu nógv tær kunnu útbyggja hetta heimsmetið. Men kappingarárið 2017 hevur víst seg at verið eitt ár, har KÍ kvinnurnar hava havt tað meir trupult enn vanligt. Bæði móti EB/Streymi/Skála og HB. Fyrr í ár tapti liðið hálvfinalurnar móti EB/Streymi/Skála og kom tí ikki í steypafinaluna fyri fyrstu ferð í 19 ár. Síðani sá út til, at føroyameistaraheitið var væl á veg, tá KÍ vann seinna heimadystin í landskappingini móti EB/Streymi/Skála. Tá skuldi KÍ ‘bara’ vinna restina av dystinum, áðrenn tær møttu EB/Streymi/Skála aftur í seinasta umfarinum, so var føroyameistaraheitið avgjørt. Men KÍ spældi javnleik í Tórshavn móti HB, og so var tann møguleikin farin. KÍ kundi klárað seg við javnleiki í dystinum komandi leygardag móti EB/Streymi/Skála fram til dystin síðsta sunnudag móti HB, tí KÍ á heimavølli tapti 4-0 móti HB, og tað merkir, at nú verður EB/Streymur/Skála føroyameistari, um tað endar við javnleiki. Tað eru nógv ár síðani, at KÍ hevur lagt rygg til eitt so stórt tap á heimavølli, so liðið hevur stóra avbjóðing at reisa seg til finaluna um FM. Liðini hava spælt fimm dystir móti hvørjum øðrum í ár, og tað hevur gingið sera javnt á. Liðini hava vunnið hvør sínar tveir dystir, meðan tann eini er endaður við javnleiki.

Úrslitini millum liðini higartil í 2017 hava verið hesi:

EB/Streymur/Skála-KÍ 1-1 (steypakappingin)

KÍ-EB/Streymur/Skála 1-2 (steypakappingin)

KÍ-EB/Streymur/Skála 3-1

EB/Streymur/Skála-KÍ 4-1

KÍ-EB/Streymur/Skála 2-1

Dystir: 5

KÍ vunnið: 2

EB/Streymur/Skála vunnið: 2 

Javnleikur: 1

Støðan undan dystinum:

1. EB/Streymur/Skála 51 stig

2. KÍ 49 stig

Dysturin leygardagin verður spældur í Hólmanum á Eiði kl. 12.30.