– Tað fer at vera eitt avrik, sum fer at standa leingi eftir, um landsliðið megnar at fáa 4 stig hesar báðar seinastu dystirnar.
Norðlýsið hitti liðskiparan á A-landsliðnum Atla Gregersen eftir venjingina í Klaksvík mikudagin.
– Tað er fantastiskt at vera í Klaksvík og venja og fyrireika seg til ein heimadyst. Tað er ongastaðni – kanska burtursæð frá Leirvík og Gøtu – at áhugin fyri fótbólti er so stórur. Hetta er uppá sítt pláss og vit burdu gjørt tað hvørjaferð. Mikkjal (K. Thomassen, blðm.) gav okkum ein rundtúr inni í skiftirúminum hjá Effoliðnum hjá KÍ, og har eru fantastiskar umstøður við vektum og útgerð til videogreiningar. So tað luktar av fótbólti, segði Atli Gregersen. – Tað er kanska ikki á støði við Víking, tí vit hava ótrúliga góðar umstøður. Men bara í mun til, tá man kom her fyri fimm árum síðani, so er hetta einastandandi, segði hann.
Kapping um plássini
Atli sigur, at hópurin er væl fyri og at kapping er um plássini.
– Støðan í hópinum er góð. Vit plaga ofta at vita, hvussu liðið fer at síggja út, men hesaferð eru eini 4-5 pláss, sum vit ivast í. Venjararnir ivast eisini í leikskipan, so tað er spennandi. Vit tillaga okkum eftir spæliskipanum. Tað verjukenda riggaði væl seinast. Vit fáa at vita, hvar trýstið skal leggjast óansæð spæliskipan, so tað verður gjørt, sum Lars Olsen sigur, sigur hann.
Nógv truplari enn móti Andorra
Føroyar vunnu móti Lettlandi á útivølli, men hetta er ikki sama støðið, sum Andorra, sum Føroyar vunnu á seinast.
– Eg mintist tað sum um, at vit vunnu klárt 2-0 har yviri í Lettlandi. Men nú havi eg skeitt eftir dystinum umaftur, og har síggi eg, at vit eru undir stórum trýsti fyrsta partin av seinna hálvleiki. Vit skora uppá ein deyðbólt og sum vit kenna úr Víkingi, so fær ein ofta yvirtakið í dystinum tá. Síðani revsa vit teir uppá eina umstilling. Tað var eitt avrik til UG, men vit vóru meira trýstir, enn vit hugsa um. So tað verður ein trupul uppgáva. Móti Andorra haldi eg tað var rættvíst nokk, at øll søgdu, at tað var ein dystur sum vit áttu at vinna. Men móti Lettlandi er støðan ikki tann sama. Teir hava nógv at hevna og eg haldi ikki, at tað so frætt sum er 50/50 sum útgangsstøðið, men vit trúgva uppá tað við áskoðarunum í rygginum. Eg haldi, at tað er enn einaferð ein sensatión, um vit fáa eitt úrslit. Tað fara vit eftir og útfrá fyrra dystinum, so sá tað út til, at teir passaðu væl til okkum. Fyri okkum er tað umráðandi at vinna dystin. Tí gera vit tað, so fara vit til Ungarn at spæla um 3. pláss, og tað hevði verið eitt ordiligt úrslit, segði Atli Gregersen í Klaksvík.
Besta landsliðið nakrantíð
Núverandi landslið er søguliga gott uppá fleiri mátar, heldur liðskiparin.
– Hetta landsliðið spælir kanska betri enn nakað annað føroyskt landslið fyrr, halda mong. Men vit eru nokkso tengdir av kontrafótbólti. Tað krevur, at hitt liðið kemur niðan eftir okkum, og tað rokni eg við, at Lettland ger. Vit hava nógvar rennarar á liðnum, sum eisini duga væl at spæla bólt og sleppa vit í umstillingar, so er hetta liðið øgiliga gott. Nú spæli eg í einum liði, sum liggur nummar 1 í Føroyum og støðið er høgt, men støðið á landsliðnum er væl omanfyri. Tað er klassaleikarar yvir alla linjuna í hópinum. Serliga hesaferð haldi eg, at tað er kapping um plássini og fleiri av leikarunum uttanlands hava viðgongd. Hetta er tað sterkasta landsliðið í mínari tíð á landsliðnum, tað er einki at ivast í. Tá eru nógvir leikarar afturat, sum kundu verið við. Summir eru á U21 landsliðnum og summir blivu júst ov stuttir til at blíva tiknir út, segði hann.
Uppskriftin at vinna leygarkvøldið
– Vit skulu hava áskoðararnar við okkum, vit skulu verja væl og so skulu vit revsa teir, tá vit fáa møguleikarnar. Tí vit kunnu ikki vænta at fáa 5-7 stórar mál møguleikar. Vit skulu helst skora uppá fyrsta møguleikan og so blíva vandamiklir uppá umstillingar. Um vit fáa 4 stig hesar báðar dystirnar, so enda vit nummar 3, og tað fara vit beinhart eftir. Men eg veit væl, at hvørjaferð man tosar um at nú skulu vit vinna, so gongur tað galið, men fáa vit 4 stig hesar báðar dystirnar, so er tað eitt avrik, sum kemur at standa eftir í langa tíð, segði Atli Gregersen við Norðlýsið.




