8.Ð á Skúlatrøð hevur arbeitt við eini verkætlan, har heitið er “stuðul til hjálpararbeið”. Dentur hevur verið lagdur á hjálpararbeiði, sum á ein alla annan hátt hevur tilknýti til Norðoyggjar
8.Ð á Skúlatrøð hevur arbeitt við eini verkætlan, har heitið er “stuðul til hjálpararbeið”. Dentur hevur verið lagdur á hjálpararbeiði, sum á ein alla annan hátt hevur tilknýti til Norðoyggjar
Hugskotið kom av, at 8.Ð hevur arbeitt við sanginum “We are the world”, har tað kemur fram at hvør einstakur kann gera ein mun.
Flokkurin byrjaðu við tveimum fyrilestrum. Jóhanna og Anskar, sum reka Eysturhjálp, komu á skúlan og søgdu frá teirra arbeiði og greiddi frá ymsum hendingum, tey høvdu upplivað í samband við teirra hjálpararbeiði. Tey hoyrdu fleiri gleðiligar og syrgiligar frásagnir. Hettar gav flokkinum nógv at hugsa um.
Seinri fyrilestur hevði Livar Nysted. Hann greiddi frá hjálpararbeiðinum, sum hann og familjan gjørdu í Kenya. Livar og Svanna fóru til Kenya við øllum børninum í fjør, har tey hjálptu á ymsan hátt øll somul. Eisini her, fingu næmingarnir sera nógva nýggja og viðkomandi vitan.
Næmingarnir hava arbeitt í 5 bólkum, og tey hava sjálvi funnið hugskot, sum kundu verið ein hjálp hjá onkrum hjálparfelagsskapi.
T.d. hevur ein bólkur skaffað ymist heitt s.s. teppir, heit klæðir og annað, sum tey ynsktu skuldu fara til Eysturhjálp, sum virkar nógv í Moldova. Hetta hugskotið kom av myndunum, sum blivu vístar og frágreiðingunum um livikorini hjá fátøkum familjum í Moldova. Ein bólkur ætlar at selja lutaseðlar, ein annar hevur gjørt ein lista við nøvnum sum hava hug at hjálpa Anskar og Jóhannu á lagrinum hjá teimum. Ein bólkur hevur verið og tikið vakrar náttúrumyndir við dronu í Klaksvík, sum teir seinri fara at selja, uppaftur ein bólkur hevur sitið og tekna á steinar, sum tey ynskja at selja. Tann síðsti bólkurin hevur sent skriv til fyritøkur við konto nr. og spurt um tey eru áhugaði at stuðla hjálpararbeiðnum hjá flokkinum.
Týsdagin var allur flokkurin so og vitjaði í hølinum hjá Eysturhjálp. Har arbeiddu tey skjótt og hugagóð. Tey hjálptu við at leggja klæðini saman og í eskjur. Tað gekk skjótt at stapla banankassarnar heilt upp undir loft og at rudda tey størri hjálpartólini.
Her er eitt brot, sum næmingar hava skrivað
Hetta hava vit fingið burturúr:
Vit hava fingið tveir fyrilestrar um hjálpararbeiði, ein frá Eysturhjálp og ein frá Livar Nysted. Tað er spennandi at síggja, men eisini rættuliga syrgiligt, tí tey fólkini hava tað so ringt. Vit hugsa nokk ikki so nógv um, hvussu gott vit hava tað í Føroyum. Tá vit síggja myndirnar av fólkunum og hoyra hvussu ringt tey hava tað, vilja vit fegnar sleppa at hjálpa fólkunum, sum eru í neyð. Síðan hava vit eisini verið uppi í pakkhúsinum hjá Eysturhjálp og prøva at pakka. Genturnar pakkaðu klæðir í bananeskjur, sum dreingirnir stáplaðu.
Vit eru allar samdar um, at øll hava brúk fyri einari hjálpandi hond, og um vit øll hjálpast at, so fáa vit broytt heimin. Tað er eisini týdningarmikið at vit fara við øllum líka, og virða øll líka, líkamikið hvørji tey eru og hvørja trúgv tey hava.
Tað eru nógvir mátar man kann hjálpa uppá. Mann kann samla pengar, geva teimum klæðir, fara til landið at hjálpa teimum og hjálpa handaliga har sum man er.
………..
Í skúlanum hava vit havt um ”We Are The World” har tey samla pengar inn til hungursneyðina í Afrika í 1985. Lærarin fekk íblástur harfrá og at vit eisini skuldu gera hjálpararbeiði. Beinavegin hildu vit, at tað var eitt gott hugskot og byrjaðu at hugsa um hvat, man kundi gera fyri at samla pengar inn, og hvar teir skuldi fara til. Vit hava verid til fyrilestur hjá Anskar Hansen og konuni Jóhonnu og Livar Nysted. Har lærdu vit nógv, millum annad at vit liva í heimsins besta landi og at vit skulu vera takksom fyri tað ið vit fáa. Vit vistu áðrenn, at tað var ringt í Afrika, men vit visti ikki hvussu ringt tað var, tí vit hava ongantíð sæð so nógvar myndir har frá.
…………
Når man hjælper andre der er i nød, får man en dejlig følelse indeni, fordi man ved, at man måske har reddet nogens liv. Vi synes det er en rigtig god idé, at at arbejde med velgørenhed, fordi vi lærer at hjælpe andre og at vi har det rigtig godt i forholdt til alle dem i for eksempel Afrika og Moldova. Det er godt at vi kan gøre en forskel.
Vi synes det har været en god oplevelse, og vi vil helt klart fortsætte med at hjælpe andre som har har brug for det.
Um tú hevur hug at stuðla við nøkrum krónum, so er konto nr. 9865 1004535 og viðmerkjast skal “Stuðul 8.Д. Allir peningurin fer til hjálparfelagsskapir.
Næmingarnir takka Flügger og Alfa fyri stuðul av tilfarið.




