Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Leikskráin fyri Haldor Holm Cup

Jóhann Lützen

Um vikuskiftið fer Haldor Holm Cup av bakkastokki í Klaksvík. Spælt er á hvørjum ári síðan í 1989, og er ársins útgáva sostatt tann 29. í røðini

Um vikuskiftið fer Haldor Holm Cup av bakkastokki í Klaksvík. Spælt er á hvørjum ári síðan í 1989, og er ársins útgáva sostatt tann 29. í røðini


Fyrstu kappingina vann Jan Müller úr Havnar Klubba, og kappingina í fjør vann nýggja billard stjørnuskotið úr Fuglafirði, Jákup L. Baldvinsson. Jákup er eisini stórfavorittur til at endurvinna tiltikna steypin í ár, og tað skal okkurt heilt serligt til, skal hann koppast.

Kappingin í ár er tíverri merkt av avboðum, men vónandi taka hinir, sum er komnir við í staðin, av møguleikanum. Teir báðir tvøramenninir, Páll Heri Nolsøe og Max Rasmussen úr Tvøroyrar Billardfelag hava givið avboð til kappingina, og næstir teimum á styrkilistanum frá farna kappingarári vóru Jógvan Jørgensen og Per Hansen, báðir úr Havnar Billardfelag.

Kappingin byrjar klokkan 18 fríggjakvøldið, 06. oktober og spælt verður á tveimum borðum. Kastað er lut um, hvør spælir á hvørjum borði, og um hvør møtist í hvørjum umfari, so tað fær illa verið meira rættvíst. Næsta umfar byrjar klokkan 20 fríggjakvøldið, og kappingin heldur síðani fram leygarmorgunin klokkan 10.

Dystarskráin á gamla borðinum

06. oktober:

Kl. 18 Jákup L. Baldvinsson – Jógvan Jørgensen

Kl. 20 Kristian Suni Høgnesen – Jens Kjartan Feilberg

07. oktober:

Kl. 10 Jógvan Jørgensen – Per Hansen

Kl. 12 Per Hansen – Kristian Suni Høgnesen

Kl. 14 Jákup L. Baldvinsson – Jens Kjartan Feilberg

Dystarskráin á nýggja borðinum

06. oktober:

Kl. 18 Jens Kjartan Feilberg – Per Hansen

Kl. 20 Jákup L. Baldvinsson – Per Hansen

07. oktober:

Kl. 10 Jákup L. Baldvinsson – Kristian Suni Høgnesen

Kl. 12 Jens Kjartan Feilberg – Jógvan Jørgensen

Kl. 14 Jógvan Jørgensen – Kristian Suni Høgnesen