Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Team Klaksvík sigursrøðin heldur fram

Jákup Ósá

Í dag vann liðið á útivølli, sum er hent sjáldan áður.

Team Klaksvík vitjaði botnliðið KÍF, sum hevði tapt allar dystirnar undan hesum. Team Klaksvík hevði undan dystinum vunnið tveir av trimum dystum, so út frá tí hevði liðið góðan møguleika at fáa stig, hóast talan var um útidyst.

Liðini fylgdust fyrsta partin av dystinum, men beint áðrenn hálvleik vann Team Klaksvík sær eina leiðslu á nøkur mál. Leiðslan helt stóran part av seinna hálvleiki fram til móti endanum, tá nógvar útvísingar komu. KÍF fekk javnað til 21-21, men Team Klaksvík fekk tey bæði avgerandi málini, sum Hørður F. Sigtórsson og Ludvík Súnason skoraðu, og so vann Team Klaksvík 23-21. Hetta var triði sigurin á rað hjá Team Klaksvík, sum annars ongan dyst hevur vunnið undanfarnu tvey kappingarár.

Málini hjá Team Klaksvík skoraðu Sámal á Tjaldrafløtti 7, Hørður F. Sigtórsson 4, Ludvík Súnason 4, Vilhelm Vilhelmsen 3, Finnur Hansson 3 og Jens Pauli Mohr 2. Toppskjútti hjá KÍF var Hans Eli Sigurbjørnsson við 7 málum.

Team Klaksvík hevur sostatt 6 stig fyri 4 dystir og er partur av oddastríðnum í løtuni. Næsti dystur hjá Team Klaksvík verður mikukvøldið á heimavølli móti StÍF. Dysturin byrjar kl. 20.00. 

Harleywoodpaint