Harleywoodpaint
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Signhild: – Eyð, tú er fyrimyndarlig og slóðbrótandi

mynd: Dávur Winther

Í røðu sínari legði Signhild V. Johannesen, forkvinna í mentanarnevnd Klaksvíkar býráðs dent á týdningin av at ganga egnar leiðir, tá leikurin Morgunstjørna yvir Wittenberg, varð frumframførdur í posthúskjallarinum

Í røðu sínari legði Signhild V. Johannesen, forkvinna í mentanarnevnd Klaksvíkar býráðs dent á týdningin av at ganga egnar leiðir, tá leikurin Morgunstjørna yvir Wittenberg, varð frumframførdur í posthúskjallarinum


Vit endurgeva røðuna niðanfyri: 


Vilt tú finnablómurnar,

eingin annar eigur,

gakk so djarvurhuga tíns,

brøttubjargaleiðir.

Orðini úr “Barnið,bergið og blómurnar”, sum Karsten Hoydal yrkti í 1934, lýsa so væl hesa løtuna,vit í kvøld hava verið vitni til. Tey kundu líka væl verið skrivað um teg, Eyð,sum um Katharinu von Bora.

***

Tá ið tú í 2015vann listarvirðisløn Nólsoyar Pálls, var tað júst tí, at tú ferð eftir ferð someistarliga hevði ríkað føroyska mentanararvin við frásagnum umundangongukvinnur, sum við dirvi og árræði hava slóðað fyri.

Morgunstjørnan yvirWittenberg er enn ein perla í tí røðini. Í staðin fyri at innrætta seg eftir,hvat samfelagið væntaði av henni, gekk Katharina fyrimyndarliga djørv tærbrættastu bjargaleiðirnar.

***

Sjálv ert tú eisiniein fyrimyndarlig og slóðbrótandi kvinna, Eyð. Hetta er fyrsti sjónleikur íPosthúskjallaranum, so nú hevur tú slóðað fyri teimum mongu leikunum, sumvónandi verða framførdir her á matriklinum í framtíðini.

Tað er krevjandi atframføra fyri eini fjøld, óansæð hvørja listagrein, vit tosa um. Og harafturatat eiga pallin púra einsamøll, sum tú gert her, tað er avbera flott.

***

Annað ørindi hjáKarsteni Hoydal endar við vøkru orðunum: Fagrast eru blómurnar, har ringast erat ganga.

At seta leik uppher í Posthúskjallaranum var avgjørt ikki lættasti vegur at ganga.

Tilgongdin hevur sosanniliga ikki verið turrislig, hvørki symbolskt ella í orðsins rætta týdningi.

Tú forelskaði teg íhesum ráa kjallara beinavegin, Eyð, og saman við Riu og øllum hinum hevur túmeira ella minni húsast her í fleiri vikur.

Tað hevur veriðstuttligt at sitið til arbeiðis uppiá og hoyrt tykkum, Eyð, Riu og Hervørdiskast her niðri hesar seinastu vikurnar.

Við hvørt hevur altljóðað lætt og líkatil, og aðrar løtur hevur ivin verið at hóma, tí hvussuskuldu tit nú lííka gera hetta og hatta.

Í kvøld kunnu vitstaðfesta, at tit hava loyst uppgávuna til fulnar, og hetta ger meg barauppaftur spentari til at síggja, hvussu posthúsið eisini framyvir verður einurtagarður, har listarligar blómur fara at spretta og vaksa.

Hetta kvøldið oghesin leikurin er eitt prógv um, at røttu fólkini kunnu fáa tað besta burturúrsmædnastu kørmum.

***

Sjálv elski eg atvera til sjónleik, tí her verða orð sett á tað, sum vit annars ikki tosa um ígerandisdegnum. Vit fáa loyvi til at flenna, vit gerast flov og vit merkjaeftir og nakrar kenslur sum liggja fjaldar í okkum vakna.

Morgunstjørnan yvirWittenberg er onki undantak. Í kvøld hava vit lært týdningin av at kempa fyrití góða, eisini sjálvt um vit ikki fáa nakað afturfyri.

Við orðunum hjáKarsteni Hoydal vil eg enda við at takka tykkum øllum, sum eru partur av hesiverkætlanini, fyri eina fantastiska uppliving, og góða eydnu við framsýningunumkomandi tíðina.

Men, mítt barn, umblómur tú

vilt vinna, eingineigur,

mást tú klúgva hugatíns

brøttubjargaleiðir.