Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Vindur og regn allan dag

Hanus Kjølbro

Vindur og/ella regn eru í øllum Norðurvesturevropa í dag. Lágtrýstið stendur yvir Íslandi, og vindurin rundan um tað rakar umframt Føroyar eisini Skottland og Vetsurnorra. Regnið rakar England, Norra, Svøríki og Danmark.

Tað er eitt djúpt lágtrýst yvir Íslandi, sum stendur fyri ringa veðrinum í dag. Trýstið í miðjuni var niðri á 959 hPa – fyrstu ferð í heyst, at trýstið er farið niður um 960 hPa um okkara leiðir. Lágtrýstið ferðast norðureftir og fer at taka ringa veðrið við sær. Um okkara leiðir fer at vera vindur og regn allan dag.

Í løtuni – um middagsleitið – eru 15 til 20 m/s av útsynningi. Ikki óvanligt, so er á hesari ættini meiri vindur sunnanfjørðs – 18 til 23 m/s, og minni vindur í Norðuroyggjum. Gevið gætur, at nevndi vindferðin miðalferðin. Hvirlurnar eru upp í 2 ferðir miðalvindferðin – fjøllini gera av, hvussu harðar tær eru.

….og soleiðis verður restina av degnum í dag saman við regni.