Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sigfríður í skúlanum við Gøtugjógv – 90 og 100 ára minnir

Oliver Joensen

100 ár síðani at 13 gøtumenn róðu inn av bankanum – Gøtumenn í uppisjóvarvinnu í 90 ár. Tað var heitið á tveimum stuttum fyrilestrum, sum Sigfríður Joensen helt á skúlanum í Gøtugjógv í gjárkvøldið.

Sigfríður legði fyri við søguni um gøtumenn í uppisjóvarvinnuni. Hetta var áhugaverd løta, tí Sigfríður er sera væl inni í skipasøguni í Gøtu og greiddi hann neyvt frá øllum skipunum, ið hava verið partur av hesi vinnu, sum gøtumenn eru fremstir í í dag. Ikki bert megnaði fyrilestrarhaldarin at mála skipini fyri okkum, men hann kryddraði eisini við søgum um hendingar og persónar.

Tað sum mest fekk meg at fara til fyrilesturin, var seinni fyrilesturin har 13 gøtumenn, sum vóru við Beinir á bankanum fyri 100 árum síðani, róðu allan vegin av bankanum og til Skopunar. Orsøkin var, at hetta er undir fyrra heimsbardaga, tá týskurin hevur lýst Føroya Banka sum krígsøki orsakað av at føroyingar seldu fisk til Onglands.

Veðrið er av tí besta, hin 23. mai 1917. Beinir liggur avhálaður á Bankanum. Teir eru liðnir at skafa á miðdegi. Í góðveðrinum síggja teir ein bát koma rógvandi ímóti skipinum. Hetta vísir seg at vera manningin á Elsu. Teir koma upp og greiða frá, at týskur kavbátur hevði søkt øelsu um 9-tíðina sama morgun.

Beinir setir beinan vegin segl, men vindurin er lítil og teir sigla ikki meira enn ein fjórðing, tá er kavbáturin eftir teimum.

Báðar manningarnar verða so noyddar í bjargingarbátarnar, teir á Elsu í sín og teir á Beini í sín og so spreingja týskarar Beinir í luftina og skipið søkkur skjótt.

Ein av manningini á Beini er abbi mín, Oliver Thomsen, Oliver í Gøtu, vanliga nevndur í Klaksvík. Hann og tríggir brøður hansara eru við Beinir hendan túrin, nevniliga Sámal Jákup við Gil, Andreas Tummas og Sigfríður.

Sigfríður Joensen, fyrilestrarhaldari greiddi so frá rógvitúrinum hjá hesum 13 gøtumonnunum í einum vánaligum fýramannafarði av Føroya Banka og til Skopunar. 24 mai, eitt gott samdøgur eftir at teir eru farnir í bátarnar koma teir í øllum góðum til Skopunar, har teir verða væl móttiknir, tá hava teir róð og siglt í einar 70-80 fjórðingar.

Lítið er at ivast í, at um so var, at veðrið ikki var so sera gott hetta samdøgrið, so hevði vallar nakar teirra borið boð í bý.

Takk fyri Sigfríður, ein sera forkunnug løta í skúlanum við Gøtugjógv.

Ikki bangin á sjónum

Hetta hevur sjálvandi verið ein skakandi hending fyri manningina á Beinir. Tað gevur mær orsøk til at undrast á, at kalla óttaleysa abba mín Oliver Thomsen.

Hann var skipari og sjómaður alla sína tíð og tá hann gavst fyri aldur at føra skip, reikaði hann suður og norður í fjørðinum við maskinbáti sínum Dúgvan.

Í 1966 fór eg við abba mínum, við Polarfarinum til Grønlands at føra fisk ímillum Ravnoynna og Føroyingahavnina.

Ikki var brúk fyri stórari manning til tað arbeiði tá. Vit vóru bara fimm mans við, Oliver, skipari, Villi hjá Jakki, stýrimaður, Martin Bertholdsen, maskinmeistari, Herluf Árnason úr Havn, kokkur og eg mynstraði sum smyrjari hjá Martini.

Orsøkin til at eg nevnið hetta er, at tá vit skuldu fara avstað, skuldu vit fyrst til Havnar, har skipasýnið kom umborð at kanna umstøðurnar við skipinum. Minnist at vit fimm skuldu vísa, at vit megnaðu at fáa bjargingarbátin á sjógvin. Bjargingarbáturin stóð afturi á bátadekkinum og hann skuldi fáast á sjógv við einum bummi. Vit so allir at toga, men har var ikki hugsingur um at fáa bátin upp frá. Hetta var ein stórur og tungur bátur. Men tá vit nú bara vóru fimm mans við, so fann abbi útav, at vit kundu bara fáa okkum ein minni bát. Tí bleiv eitt lítið fýramannafar sett á bátadekkið í staðin fyri stórabát, og tá bar betur til.

So eg kann ikki siga at eg merkti nakað sum helst til, at nakar ótti fyri sjónum sat í abba eftir túrin við Beinir. Alla sína tíð sum skipari var Oliver í Gøtu tiltikin óræddur í átøkum.

oj