Bæði landskappingarmálini í KÍ eru skorað móti stóru havnarfelagøgunum.
Dion Splidt var millum málskjúttarnar hjá KÍ í dag. Hann skoraði eisini móti HB fyrr í ár og bæði hansara landskappingarmál fyri KÍ eru tí skorað móti Havnarfeløgunum. Og júst tað at skorað móti Havnarfeløgunum er nakað, sum Dion trívist væl við. Í hansara 134 dystum í bestu deildini fyri AB, B68 og KÍ, so hevur hann skorað 19 mál. Av teimum 19 eru 8 mál skorað móti HB og B36 ella 42 prosent, sum má sigast at vera høgt tal, serliga tá hugsað verður um, at HB og B36 sum oftast hava myndað toppstríðið hesi árini.




