icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Dreymar við havið í Atlantis Bio

Tíðindaskriv

Fyrsti spælifilmur hjá Sakarisi Stórá verður sýndur í Atlantis bio hósdagin 19. oktober, kl. 20

Fyrsti spælifilmur hjá Sakarisi Stórá verður sýndur í Atlantis bio hósdagin 19. oktober, kl. 20

Ein filmur um vinarlag og leitan eftir samleika, fortaldur á nærløgdum filmsmáli. Sakaris Stórá hevur áður leikstjórnað altjóða virðisløntu stuttfilmunum Passasjeren, Summarnátt og Vetrarmorgun.

Dreymar við havið er ein søga um tvær ungar gentur á gáttini til vaksna lívið. Ester býr í lítlu bygdini við havið, hon gongur í sunnudagsskúla, keðir seg og onki hendir. Alt hetta broytist tá Ragna flytur til bygdina.

Gjøgnum Ragnu letur ein nýggjur heimur seg upp, ein heimur uttan mørk. Men Ragna hevur trupulleikar at dragast við, og Ester lærir skjótt, at frælsi og val hava avleiðingar. Saman droyma tær um at sleppa burtur, men gera sær ikki rættiliga far um, hvat tær flýggja undan, ella hvagar tær skulu fara.

Høvuðsleikarar eru Juliett Nattestad, ið fyri fyrstu ferð roynir seg á filmi, sum Ester, meðan Helena Heðinsdóttir, ið eisini var við í Vetrarmorgun, er Ragna.

Handritið hevur Marjun Syderbø Kjelnæs skrivað í tøttum samstarvi við leikstjóran.

Dreymar við havið er ein samframleiðsla millum føroyska Fish&Film og danska Adomeit Film. Ingun Í Skrivarastovu, Katja Adomeit og Jón Hammerhava staðið fyri framleiðsluni.

Atgongumerki fáast at heimasíðuni hjá Atlantis bio. Les meira um filmin  her.