Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Starvsfólk til Umlættingarheimið Dáin

Umlættingarheimið Dáin

Søkt verður eftir:
Námsfrøðingi til dagumlætting at byrja 1. januar 2018 ella eftir nærri avtalu.
Námsfrøðing/starvsfólk til sjúkravikar í dag- og døgnumlætting at byrja skjótast gjørligt.

Dagumlættingin hevur opið frá 11.30 – 17.00 gerandisdagar, og starvið er áljóðandi 25 t. um vikuna.
Døgnumlættingin hevur opið allar dagar í viku.

Dáin er ein samdøgurstovnur, har børn, ung, vaksin og eldri menningartarnað koma til umlætting í styttri ella longri tíðarskeið. Talan er um bæði skipaða umlætting, har ávísir bólkar eru, og umlætting har fleiri aldursbólkar eru umboðaðir samstundis.

Vit leggja dent á, at geva øllum borgarum eina góða, trygga og innihaldsríka uppliving, har møguleiki er fyri menning og at knýta vinarbond.  

Vit kunnu bjóða:

  • Ein stovn í menning, har tú fært møguleika at seta tín dám á dagin
  • At starvfólk fáa fakliga menning
  • Eitt lívsjáttandi starv saman við menniskjum, har tú fært møguleika at gera ein mun

Vit vænta, at tú:

  • Ert opin, fyrikomandi, nærverandi og rúmar ymiskleikum
  • Sært møguleikar og avbjóðingar fram um mørk
  • Kanst arbeiða sjálvstøðugt
  • Hugsar um menning hjá hvørjum einstøkum menniskja
  • Ert sterk/ur í at samskifta og leggur dent á gott samstarv

Setunar- og lønarviðurskiftir eru sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Fíggjarmálastýrið. Flokkingin er frá stig 11 – 19.

Umsókn saman við prógvi og møguligum viðmælum kann sendast okkum umvegis teldupost dain@av.fo og verða okkum í hendi í seinasta lagið mánadagin 6. nov. 2017.

Meira fæst at vitað um starvið við at venda sær til Joan Midjord, leiðara á tlf.  297750, ella Vinni Lilaa, varaleiðara á tlf. 457185 ella 457187, gerandisdagar.

Um eingin námsfrøðingur søkir, verður hjálparfólk sett í tíðaravmarkað starv.

Umlættingarheimið Dáin
Mýrivegur 11
FO-700 Klaksvík
Tlf. 457185 – 457187