Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sofía, sálarfrøðin og starvsvenjingin

Jóhann Lützen. Mynd Dávur Winther

Eftir fýra ár í útlegd og á skúlabonki er Sofía Purkhús Splidt komin heim at royna seg í verki. Hon lesur sálarfrøði og er í starvsvenjing sum sálarfrøðingur hjá Barnaverndartænastuni hjá Klaksvíkar kommunu

Eftir fýra ár í útlegd og á skúlabonki er Sofía Purkhús Splidt komin heim at royna seg í verki. Hon lesur sálarfrøði og er í starvsvenjing sum sálarfrøðingur hjá Barnaverndartænastuni hjá Klaksvíkar kommunu

– Tað kom í lag eitt sindur av tilvild, men nú kann eg ikki ímynda mær nakað betri, sigur Sofía um starsvenjingina. Seinastu fýra árini hevur hon lisið sálarfrøði í Keypmannahavn, og hesa seinastu lestrarhálvu áðrenn endaligu serritgerðina, stóð henni í boði at fara í starvsvenjing.

– Eg fór beinavegin undir at kanna møguleikarnar fyri starvsvenjing í Føroyum, tí eg havi allatíð vitað, at eg vildi flyta heim aftur og arbeiða her. Stovnarnir og arbeiðsplássini eru størri niðri enn her, so har eru sjálvandi nógv fleiri lestrarstørv og starvsvenjingarpláss at velja í, og umstøðurnar eru meira skipaðar, tí tey eru so von við starvsnæmingar. Men fyri meg gav tað best meining at koma heim at arbeiða, tí tað gevur mær innlit í føroysk viðurskifti, og her er eisini nógv lættari og skjótari at sleppa framat og at royna meg, tí viðurskiftini eru øðrvísi og onkursvegna nærri, sigur Sofía.

Vildi arbeiða við børnum

Starsvenjingarplássið hjá Sofíu er hjá Barnaverndartænastuni, har Hans Mourits Foldbo, sálarfrøðingur er vegleiðari hjá henni. Arbeiðsøkið fevnir mest um børn og ung og familjur teirra, og júst hetta tiltalar unga sálarfrøðingin.

– Eftir miðnámsútbúgvingina arbeiddi eg sum vikarur í fólkaskúlanum og á dagstovni, og mær dámdi ótrúliga væl at arbeiða við børnum. Harafturat tiltalaði sálarfrøðin meg, so eg søkti inn á universitetið og havi allatíð ynskt at sameina sálarfrøðina og arbeiðið við børnum, og tí er hetta eitt dreymastarv, sum eg nú sleppi at royna, greiðir Sofía frá.

Og vegleiðarin tykist líka væl nøgdur sum næmingurin. Sofía er annar starvsnæmingur í røðini hjá Hans Mourits í Barnaverndartænastuni, hin fyrri var Thorvald Danielsen, sum var í starvsvenjing í 2015.

– Tað er bæði stuttligt og sunt fyri meg og okkum sum fakfólk yvirhøvur at hava starvsnæming, tí Sofía kemur inn við bæði dagførdari vitan og stórari orku og drívmegi, sum eg kann fáa íblástur av, sigur Hans Mourits Foldbo. Hóast hann er einsamallur sálarfrøðingur og harvið vegleiðari hjá Sofíu, og ongin beinleiðis skipað siðvenja er fyri starvsvenjing, so hevur hann higartil góðar royndir av at hava starvsnæmingar.

– Tá ið lesandi spyrja seg fyri og ynskja at koma í starvsvenjing, so haldi eg tað vera gott, um vit kunnu geva teimum tann møguleikan, tí eftir mínum tykki er tað gevandi fyri allar partar, sigur Hans Mourits. Hann leggur afturat, at í samband við starvsvenjingina hjá Sofíu, er Barnaverndartænastan góðkend og skrásett sum starvsvenjingarstað hjá lærda háskúlanum í Keypmannahavn, og tað letur samstundis upp fyri møguleikum hjá lesandi í framtíðini, tí tá er tað forarbeiði longu gjørt.

Serritgerð í Føroyum

Tá ið starvsvenjingin er av um ársskiftið er bert serritgerðin eftir, áðrenn Sofía kann kalla seg sálarfrøðing, ella cand.psych, sum er akademiska heitið. Og serritgerðina ætlar hon at skriva í Føroyum. Saman við manninum, argjamanninum Dion B. Splidt, er hon flutt til Klaksvíkar at búgva. Tey eru bæði virkin í ítrótti, Dion sum fótbóltsspælari við KÍ og Sofía sum leikandi venjari hjá flogbóltsliðnum Mjølnir. – Tað kennist gott at vera ordiliga flutt heim at búgva, og eg gleði meg til at skriva serritgerðina í Føroyum. Eg havi ætlanir um at brúka Fjarnám sum skrivipláss, tí har kann eg fáa kensluna av einum lestrarumhvørvi og hugsavna meg um skrivingina, sigur Sofía. Enn veit hon ikki við vissu, hvat ritgerðin skal snúgva seg um, men saman við Hans Mourits hevur hon leitað eftir hugskotum og íblástri í arbeiðnum hjá Barnaverndini. – Nógv av tí tilfarinum, sum verður brúkt í okkara arbeiði, er á donskum, so eg havi spælt við tankan um at umseta og menna tilfar á føroyskum, og tað kann kanska blíva til eitt evni í ritgerðini. Alt tað fer tíðin at vísa, tí eg havi nakrar mánaðar eftir í starsvenjing enn, so teir fari eg fyrst at njóta og brúka til fulnar, sigur Sofía Purkhús Splidt at enda.

Lestrarumhvørvi í menning

Tað eru ikki bara Sofía og Hans Mourits, sum fegnast um starvsvenjingina, tí sambært Jógvani Skorheim, borgarstjóra er hetta eitt dømi um, at lestrarumhvørvið í Klaksvík er í blóma.

– Vit síggja, at fleiri og fleiri velja at koma heim í starvsvenjing og í samband við uppgávuskriving, og tað fegnast vit ómetaliga nógv um, tí vit ynskja avgjørt at menna lestrarmøguleikarnar í kommununi, sigur Jógvan Skorheim.

Starvsvenjingarmøguleikarnir eru samanlagt nógvir innan kommunala virksemið, tí nógvir ymiskar fakbólkar manna tilsamans umsiting og stovnar í Klaksvíkar kommunu, so møguleikarnir fyri starsvenjing og samstarvi í samband við lesnað annars eru fjølbroyttir.

– Vit eru altíð glað at hoyra frá lesandi, sum ynskja at koma í starvsvenjing í kommununi og annars eru eisini rættiliga nógvir møguleikar fyri samstarvi í samband við uppgávuskriving. Vit hava nógvar verkætlanir og nógv tilfar, sum lesandi til dømis kunnu brúka sum útgangsstøði í uppgávum og øðrum, og í tí sambandi hava vit eina skipan, har kommunan rindar ferðaútreiðslur sum ein part av samstarvinum, sigur Jógvan Skorheim.

Harafturat stovnaði kommunan í 2013 Fjarnám, har lesandi kunnu sita í lestrarumhvørvi og arbeiða. Fjarnám heldur til í Íverksetarahúsinum og lestrarvegleiðari er knýttur at Fjarnámi, sum harumframt eisini fevnir um útgerð, sum gevur lesandi møguleika fyri at fylgja fyrilestrum og undirvísing umvegis alnetið.