Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hvussu skal MBF eita?

MBF

Í 1981 fekk meginfelagið navnið Megin­felag teirra brekaðu í Føroyum, og í 2015 varð navnið broytt til Meginfelag teirra, ið bera brek í Føroyum. Nú hevur aðalfundurin avgjørt, at meginfelagið skal hava eitt nýtt navn. Starvsnevndin fekk uppgávuna at arbeiða víðari við navninum og hevur nú avgjørt, at navnakapping skal útskrivast.

MBF, Meginfelag teirra, ið bera brek í Føroyum er eitt meginfelag við 24 lima­feløgum.

Nýggja navnið skal:

• vera stutt og lætt at nýta

• lýsa virksemið hjá meginfelagnum

• vera eitt navn ongin annar nýtir

Øll kunnu vera við í kappingini, og upp skot­ini skulu latast inn í tveimum aftur latnum brævbjálvum. Annar brævbjálvin skal merk­jast ”zNavnakapping“. Har skal uppskotið við nýggja navninum liggja saman við

frágreiðing um, hví navnið er hóskandi. Hin brævbjálvin skal merkjast ”zNýggja navnið og luttakari“. Her skal navnið liggja saman við navninum á lut takara.

Hetta verður gjørt, so starvsnevndin í til­gongdini sær uppskotið til nýtt navn og ikki navnið á luttakara.

Vinnarin av navnakappingini fær eina virðis­løn áljóðandi kr. 15.000.

MBF vónar, at mong taka við avbjóðingini at finna nýtt navn til MBF.

MBF tilskilar sær rættin at velja annað uppskot enn eitt av teimum innkomnu uppskotunum.

Uppskotini skulu sendast til:

MBF

Íslandsvegur 10c

Tórshavn