Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Grundstykkir í Klaksvík og á Norðoyri til sølu

Jóhann Lützen

Norðoya Sparikassi bjóðar út óbygd grundstykkir í samlaðum pakka við serliga lagaligari fígging

Norðoya Sparikassi bjóðar út óbygd grundstykkir í samlaðum pakka við serliga lagaliðari fígging

Talan er um óbygd grundstykkir. Grundstykkini verða boðin út við áheitan um at geva tilboð sambært nærri ásettum treytum í boðskjali, sum fæst við at venda sær til Norðoya Sparikassa.

Sparikassin bjóðar ein pakka við serliga lagaligari fígging í sambandi við keyp av hesum grund-stykkjunum: Stovning og avgreiðsla er ókeypis og sparikassin rindar fyri skeytið og tinglýsing av skeytinum (bert galdandi um keypari tekur av fíggingartilboðnum frá sparikassanum). Sparikassin bjóðar eina serrentu uppá 2,5 %, sum er variabul. Rindast skal ikki veg- og kloakkgjald fyri grundstykkini. Eginfíggingin er í minsta lagi kr. 10.000.

Prísuppskotið fyri grundstykkini er kr. 380 fyri fermeturin. Til dømis er prísuppskotið fyri eitt grundstykki, ið er 516 fermetrar, kr. 196.080.

Á grundstykkjunum eru tinglýstir servituttir. Talan er um somu servituttir, sum álagdir eru av Klaksvíkar Kommunu í sambandi við, at sparikassin yvirtók grundstykkini. Teksturin kann fáast við at venda sær til tinglýsingina (á Umhvørvisstovuni) ella til sparikassan.

Les meira um tilboðini her.

Harleywoodpaint