Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Norðsøki aftur við 11000 pundum av longu og brosmu

Oliver Joensen

 Norðsøki hevur verið sunnanfyri ða djúpum vatni. Teir fóru av Klaksvík fyrradagin við 95 stampum, so teir hava fingið ein góðan túr.

Eyðólvur Vang, skipari sigur, at tað sýnist at verða eitt sindur av broyting í, tí hendan túrin hevur tað mesta verið smáfallandi longa. Tá vit royndu her fyrr í ár, fingu vit bara stóra longu. Hendan túrin hava vit bara einar tvær heilt stórar, ímeðan restin er smáfallandi. Tosk fingu vit einki av, kanska 300 pund í alt, so veiðan er fyri størsta partin longa og restin er brosma, sigur Eyðólvur.

Útróðrarmenn eru í døpurhuga. Tá vit ringdu umborð á Líðhamar í kvøld, nú hann var komin inn aftur í Kalsoyarfjørð, segði Peter Joleiv Svøðstein, skipari, at teir høvdu onki fingið í dag, hvat hann so meinti við tað, í gjár avreiddu teir g+o 3.000 pund. Brandur hevur ikki verið við línuni í dag, Bragd hevur ligið á Stongunum.

Bjørgvin hevur verið og drigið gággurúsur í dag. Eitt prát við teir fall inn á hvør orsøkin er til vánaliga fiskiskapin. Helst er tað nógva ætið, sum vit ikki klára at kappast við, hildu teir. Havið er fult av nebbasild, skjótingamenn boða frá, at nebbasild rennur úr fuglinum, sjálvir vóru vit á galvinum fyri stuttum og vit hava ikki sæð so nógva nebbasild undir bátinum sum tá. Tað er tí helst ringt hjá okkum at kappast við frystari sild og makreli sum agn, var eitt boð um fiskaloysið hjá útróðrarbátunum.