Meistaravenjarin verður ikki á nøkrum venjarabonki í 2018, so kanska er stríðið um føroyameistaraheitið meir opið enn nakrantíð.
Hann vinnur føroyameistaraheitið hvørjaferð hann venur eitt av toppfeløgunum. Tað siga hagtølini um Sámal Erik Hentze. Í 2009 (HB), 2014 (B36), 2016 (Víkingur) og 2017 (Víkingur) hevur hann vunnið meistaraheitið. Nú skrivar in.fo, at Sámal Erik Hentze tekur frí frá fótbóltinum í 2018.
Um stríðið um meistaraheitið í 2018 av hesum kanska er meira opið skal vera ósagt, men tað hevur verið soleiðis seinastu árini, at hevur Sámal Erik Hentze verið venjari hjá einum av teimum stóru feløgunum í Effodeildini, so hevur tað liðið vunnið FM.




