Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Á og Samkeypshandlarnir taka ábyrgd

Tíðindaskriv

Vit vita væl at vit eru stórinnflytarar av vøru – og meta okkum tí at hava stóra ábyrgd av at ansa eftir heilsuni hjá kundum okkara og eftir umhvørvinum

Vit vita væl at vit eru stórinnflytarar av vøru – og meta okkum tí at hava stóra ábyrgd av at ansa eftir heilsuni hjá kundum okkara og eftir umhvørvinum

Tí fara vit nú at selja vørur frá REMA 1000. REMA 1000 ketan er viðurkend í Danmark og Noregi fyri sínar vørur, ið taka serlig atlit til heilsuna hjá kundanum, burðardygd og umhvørvið.

Tey framleiða eftir serliga strongum etiskum virðum, tí tað í longdini jú loysir seg betur at selja vørur av góðari dygd, sum eru framleiddar við umhugsni fyri umhvørvinum.

Komandi tíðina fara alsamt fleiri REMA 1000 vørur at fáast til keyps í Á og Samkeyphandlunum – til gleði fyri okkum, tykkum og umhvørvið.

Fyrstu REMA 1000 vørurnar verða til tey smæstu – tey, vit øll ynskja at verja móti skaðiligum evnum.