Leygardagin 4. novembur verður skipað fyri pílagrímsdegi í Leirvík
Leygardagin 4. novembur verður skipað fyri pílagrímsdegi í Leirvík
Dagurin byrjar í Limmilund kl. 11.00
Vit ganga inn á Varmakeldu og aftur. Frásøgn verður um kelduna. Hetta er ein lættur róligur túrur við innihaldi, sum hoyrir til pílagrímstúrar, sangur, andakt, dvøljingarorð og felagsskapur.
Tiltakið er bert fyri vaksin.
Neyðugt er at tekna seg, tí dagurin endar við eini hugnaligari løtu við heitari máltíð, samveru og felagssangi. Tiltakið endar uml kl 18:30. Til ber at tekna seg við at senda eini SMS boð á telf 273329.
Tiltakið kostar 300 kr.
Øll eru vælkomin
Søren Kirkegaard segði “Tab for alt ikke lysten til at gå. Jeg går mig hver dag den daglige velbefinnende til og jeg kender ingen tanke så tung, at man ikke kan gå fra den”.




