Uppskotið um fyrisiting av sjófeingi er í løtuni til viðgerðar í Vinnunevndini. Hópin av hoyringsskrivum eru komin og vinnunevndin hevur sett Høgna Hoydal 11 spurningar, ið vinnunevndin vil hava greiðu á
Uppskotið um fyrisiting av sjófeingi er í løtuni til viðgerðar í Vinnunevndini. Hópin av hoyringsskrivum eru komin og vinnunevndin hevur sett Høgna Hoydal 11 spurningar, ið vinnunevndin vil hava greiðu á
Spurningarnir eru:
1. Sambært uppskotinum, skal landsstýrismaðurin áseta rættuliga nógv í kunngerð. Kannlandsstýrimaðurin lata Vinnunevnd Løgtingsins ætlaðu kunngerðir til kunningar?
2. Ætlandi kemur eitt uppskot um tilfeingisgjald. Kann landsstýrismaðurin sendaVinnunevnd Løgtingsins uppskotið um tilfeingisgjald?
3. Hevur landsstýrismaðurin viðmerkingar til mongu hoyringsskrivini, sum VinnunevndLøgtingsins hevur fingið í sambandi við viðgerðina av málinum?
4. Antitrust útrokningar
4.1 Kann Vinnunevnd Løgtingsins fáa útrokningar fyri, hvussu Fiskimálaráðið fer at roknaantitrust? Her verður hugsað bæði fyri 2018, tá línuskip og trolarar hava fiskidagar, og so fyri2019, tá hesi skulu hava kvotur.
4.2 Kann landsstýrismaðurin upplýsa út frá omanfyrinevnda rokningarhátti, hvussu stóranpart hesi reiðarí fara at hava í 2018 og eisini í 2019, tá kvotur ætlandi koma fyri fiskidagar?Her verður hugsað, um hesi reiðarí eiga sama lutfalsliga part sum nú – fyri bæði 17,5 % og 35% pr. fiskaslag.
– Varðin
– J.F.K
– Framherji
– Christian í Grótinum
5. Hvat er ætlanin við felagskvotum
5.1 Hvussu verður heildarkvotan, sum antitrust verður roknað eftir, allýst?
5.2 Hvussu verður felags kvotan roknað við í antitrust, tá hugsað verður um til einstakaskipið og heildarkvotu?
5.3 Verður felagskvota roknað við í antitrust?
5.4 Er ætlanin í framtíðini at felagskvotur skulu verða eginkvotur og nær verður tað?
6. Frá fiskidagaskipan til kvotuskipan
6.1 Hvat er grundarlagið fyri uppskotna útrokningarháttinum frá døgum til kvotur (25%dagar / 75% fiskiskapur), sum skotið verður upp?
6.2 Fyri øll skip, ið hava kvotur, verður komandi rættindaparturin roknaður út frá, hvussustóra kvotu tey nú hava. Hví brúkar landsstýrismaðurin ikki fiskidagar sum rættindapart, táhetta hevur verið grundarlagið undir fiskiskapinum undir Føroyum síðani byrjanina avnúverandi lógini?
6.3 Biðið verður um útrokningar fyri øll línuskip og allar par- og lemmatrolarar, hvat hesir -um MLV´ið er sum nú – fáa í kvotu sambært býtislyklinum í lógaruppskotinum 25%-75%;um býtislykilin er 50%-50%, ella um fiskidagarnir vóru 100% avgerandi fyri kvotuni? Herverður biðið um hvørt einstakt navngivið skip.
7. Útlendingar
7.1 Hvat er grundarlagið fyri, at útlendingar ikki verða viðgjørdir eins í sambandi viðskiftistíðina og metir landsstýrimaðurin, at tað er rímiligt at viðgera útlendingar ymiskt?
7.2 Missir felagið loyvini, um eingin keypari er til partabrøvini hjá útlendingunum?
8. Uppboðssøla
Kann landstýrismaðurin upplýsa, hvussu stórur partur verður seldur sum stuttíðarrættindi, oghvussu stórur partur verður seldur sum miðal- og langtíðarrættindi?
9. Sáttmálar við manningarfeløg
9.1 Við ásetingini í § 51 verður álagt reiðaríum at fylgja sáttmálum við føroyskmanningarfeløg. Hvør myndugleiki hevur eftirlit við, at áðurnevnda áseting verður fylgd, oghvør myndugleiki kann geva revsing, um ásetingin verður brotin, og hvussu verður tað gjørt ípraksis?
9.2 Stykki 2 í somu grein áleggur fiskiskipum, at manning skal hava arbeiðs- ogupphaldsloyvi í Føroyum. Er hetta í samljóði við útlendingalógina, sum er danskt málsøki(felagsøki) og hvussu langt er komið við tilgongdini, ið sipað verður til í serliguviðmerkingunum á síðu 118?
10. Kvotuáseting
Kann landsstýrismaðurin útgreina, hvussu MLV´ ið og fiskidagatalið verða ásett sbrt. §33, ogviðmerkingarnar á síðu 105 um at “slíkar avgerðir verða tiknar fyrisitingarliga innanfyrikarmarnar av umsitingarætlanini”, og hvønn leiklut Havstovan hevur í hesum sambandi?
11. Menningarkvotur
Sambært uppskotinum skulu 7% av kvotunum latast sum menningarkvotur. Hvussu ætlarlandsstýrismaðurin at útluta hesar kvotur og av hvørjum fiskiskapi?