Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hevur ikki tosað við 07 Vestur enn

Jákup Ósá

Toppskjúttin hjá 07 Vestur veit ikki, um hann spælir í Føroyum næsta ár.

Danski álopsleikarin Søren B. Nielsen gjørdist í ár toppskjútti fyri 07 vestur við 9 málum í sínum 20 dystum. Tað er ógreitt, um hann heldur fram í Føroyum ella í 07 Vestur.

– Eg veit ikki, hvussu verður næsta ár. Eg havi ongan sáttmála við nakað felag. Men kemur okkurt tilboð frá onkrum føroyskum felag, so vil eg hyggja seriøst eftir tí og tað sama er galdandi fyri 07 Vestur, sum eg enn ikki havi tosað við, sigur Søren Nielsen við Norðlýsið.