Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Hoydal: – Klaksvíkin er ein heimsmiðdepil

Jóhann Lützen

Tað er eitt satt bragd, at stigtakarar og stuðlar hava ment hetta tiltak til eina árliga “Havsins hátíð”. Fyri Klaksvík, Norðoyggjar, fyri alt landið og fyri alla familjuna, segði Høgni Hoydal, fiskimálaráðharri m.a., tá hann setti Føroya Sjómannadag

Norðlýsið prentar røðuna hjá Høgna Hoydal, landsstýrismanni í fiskivinnumálum:

 

 

 

Háttvirda samkoma.

Góðu norðoyingar sum gestir her norðuri á Føroya Sjómannadegi – ella Føroya Sjómannadøgum – sum hetta árliga tiltakið hevur ment seg til.

Fari at byrja við at senda allar mildar tankar, tøkkir og samkenslukvøður til felagan, stríðsmannin og hugsjónarmannin Heina O. Heinesen, ið stendur undir børu á hesum sjómannadegi. Á sama hátt til undangongumannin Grím Rasmussen. Takk fyri alt tykkara strev fyri land og tjóð. Tit verða svárt saknaðir.

Fari at seta nakrar spurningar:

Eru Føroyar eitt lítið land? Eru Norðoyggjar smáar? Er Klaksvíkin ein lítil býur? Eru vit eitt fáment fólk?

Um vit hyggja at okkum sjálvum úr tí sjónarhorni, sum higartil hevur myndað heimssøguna og heimsvaldið: Sjónarhornið hjá stórveldum heimsins, ið gjøgnum heimssøguna hava lagt lond og fólk og ríkir og ríkidømi undir seg á meginlondunum og víðari út í hjálond og ymsu heraðshorn heimsins.

So eru vit von at hugsa og siga: Ja. Vit eru bert smá og fáment og ein útjaðari hjá onkrum øðrum ríki ella meginvaldi.

Men hyggja vit at okkum sjálvum, hiðani vit nú standa. Hyggja vit at okkum sjálvum úr sjónarhorninum her úr miðjum Norðuratlantshavi.

Hyggja vit at okkum sjálvum úr sjónarhorninum hjá tí fólki, sum ígjøgnum meira enn 42 ættarlið hevur ikki bara yvirlivað, men livað og skapt virðir, vinnu og mentan, mál og tjóð í hesum landi og á havinum. Við sínum hondum, hjørtum og høvdum.

Hyggja vit at okkum sjálvum sum fólk og land og hav – hiðani mitt úr havsins hjarta.

So eru Føroyar ómetaliga stórar og ríkar. So eru Norðoyggjar víðfevndar. Klaksvíkin er ein heimsmiðdepil.

So eru vit ikki fáment fólk, men margment og fjølbroytt. Ikki útjaðari, men miðdepil.

Hugsa vit til dømis vanliga um hetta: At hyggja vit at jarðarknøttinum sum ikki bert landaøki, men sum landa- og sjóøki, hvørji eru tá heimsins størstu lond?

Ja, tá eru Føroyar ikki smátjóð. Tá eru vit Stórhavstjóð. Vit eru tá nummar 65 í heiminum í stødd og vídd.

Og í mun til at vinna burturúr havsins livandi tilfeingi í mun til fólkatal og landastødd, er føroyska tjóðin uttan nakran iva í serstøðu í heiminum.

Seinasta ár vunnu vit á leið 11 tons fyri hvønn íbúgva ella á leið 40 kilo um dagin fyri hvønn einasta íbúgva av fiski úr havinum – og tá er alingin ikki íroknað.

Sjálvt okkara stórhavstjóðir og grannalond her í Norðuratlantshavi, sum Ísland og Grønland, hava bert ein triðing av tí fyri hvønn íbúgva.

Hugsa vit so um Norðoyggjar og Klaksvík í hesum høpi, so munnu fáir býir og øki í heiminum vera so í havsins hjarta og eitt slíkt stórhavsøki at vinna burturúr havsins livandi tilfeingi.

Bara at hugsa sær, hvør broyting og hvat er skapt her seinastu 100 árini, er nærum ófatiligt.

Um alt hetta fáa vit sjón fyri søgn á Sjómannadegnum.

Tað er eitt satt bragd, at stigtakarar og stuðlar hava ment hetta tiltak til eina árliga “Havsins hátíð”.

Fyri Klaksvík, Norðoyggjar, fyri alt landið og fyri alla familjuna.

Har tit heiðra og virða alt tað havtengda og havgyrda virksemi – umframt náttúruna, søguna og ondina.

Har tit heiðra og virða øll tey, sum dagliga á sjógvi á landi skapa alt tað, ið skal til fyri at vinna burturúr havsins tilfeingi og seta fram í ljós ta vitan og teir ymsu førleikar og fortreytir, ið skulu til og støðugt skulu mennast, um vit framhaldandi skulu skapa tjóð og framburð í hesum landi.

Fyri hetta takki eg vegna Føroya landsstýri tykkum hjartaliga.

 

 

Okkara søga og framtíð er í øllum lutum vovin saman við havi og sjógvi. Um hetta er hvørt skot og hvørt gil og hvør bygningur prógv. Og um hetta er okkara mentan og list í stóran mun íblást úr.

Ikki bert hjá okkum. Íslendska meginskaldið Halldór Laxness letur í skaldsøguni Sølku Vølku høvuðspersónin, konubrotið Salvør, siga: “Tá ið saman um kemur, snýr lívið seg fyrst og fremst um saltfisk”.

Og eitt av meginskaldum okkara, Jóanes Nielsen, sigur í síni yrking Til Føroya:

 

“Negldar upp á skottið í eini saltfiskalast

hanga mínar vónir og spjálka.

Men her fann eg teg mítt føðiland,

í kubbum av salti og møði

á dekki, tá nátt og stormur vóvu eitt teppi av deyða,

har menn eldast

burturi frá einum landi,

teirra barkaðu hendur hava reist

burturi frá børnum,

starandi við brimgarðin

frá konum, ið elska

tvørtur yvir bjørg av villum havi.”

 

Tíðirnar broytast – og hóast saltfiskurin kanska ikki hevur heilt sama týdning sum fyrr – og umstøðurnar hjá sjómonnum tíbetur eru batnaðar og fara at batna enn meira – so eru vit framvegis sum fólk á landi og sjógvi ísenn.

Vit hava okkara stríð her heima um havsins ríkidømi, og hvussu vit fáa sum mest burtúrúr og tryggja, at vit eisini kunnu vera undangonguland í heiminum at umsita okkara livandi ríkidømi, sum varandi grundarlag undir tjóðini.

Hetta stríð fer at leika hart eisini frameftir.

Eg havi tó ongan iva um, at vit hava eitt felags mál: At vit við at menna allar teir førleikar og møguleikar, ið Sjómannadagurin setur í ljós. Og við støðugt at fáa munandi meira virði burturúr øllum tilfeinginum – í dygd heldur enn nøgd – so hava vit eina bjarta og ríka framtíð fyri øll í hesum landi.

Heimsins eygu verða eisini alt meira vend móti sjónum og havsins ríkidømi og umsiting av livandi tilfeinginum.

Sameindu Tjóðir hava sett hetta sum eitt av heimsmálunum: Lívið í havinum og við havið.

Vit vita, at heimshøvini eru 70% av jarðarknøttinum, men bert 2% av tí orku og føði, ið mannaættin brúkar, kemur úr havinum.

Skal heimurin megna at breyðføða mannaættina og skulu heimsmálini um at basa fátækradømi og skapa eitt rættvísari býtið av heimsins møguleikum og virðum. Og skulu vit hava eina burðardygga nýtslu av náttúrutilfeinginum, so er havið fortreytin.

Í heimshøpi er eisini havsins hátíð á veg.

Tí hava vit allar møguleikar at mennast sum stórhavstjóð og at taka okkara stóra lut í heiminum og heimsins samstarvi, har havið fær størri og rættari pláss.

 

 

Eg fari at enda við orðunum úr yrking William Heinesens, sum Christian Matras flutti í føroyskt mál:

 

“Hoyrdu tit havsins andalag,

meðan líggjarnir sungu ein hallandi dag:

stutt er stundin, sum lív várt sá,

havsins lív heldur alt samt á!”

 

Við hesum orðum fari eg enn einaferð at takka tykkum fyriskiparum fyri hesa Havsins Hátíð.

Til alt sjófólk okkara og øll, ið fáast við havsins virði og framtíð. Góðan sjómannadag. Og góðan byr í tykkara yrki.

 

Við hesum lýsi eg sjómannadagin 2018 at vera settan.