Hittið kenda klaksvíkin Alfred Elissen á Statoil sunnudagin. Hann segði mær, at hann og Tórður Andreasen, ein av bestu útróðrarmonnum í gomlum døgum, fóru ein túr norðurum mánadagin við kalvalínu. Tórður býr í Danmark, sum hann hevur gjørt nú í fleiri ár, men hann vildi so gjarna sleppa ein kalvatúr á leiðina, har hann mangan fyrr hevði verið við pápa sínum. Veðrið verður av tí allar besta, kemur tú ikki við, segði Alfred. Vit seta tíðliga og koma so aftur at bíða eftir sjóvarfallinum, tú kanst koma við at draga.
Eg hugsaði um samveruna við Tórða, viðmannin og ein túr saman við Alfred, ikki minst hugsaði eg um myndatólið, so eg kíkaði. Klokkan seks fóru vit av Haraldssundi, har teir báðir høvdu lagt bátin. Tað var ein minniligur túrur, har vit fingu nógv gott prát saman allir tríggir, ikki minst at hoyra teir báðar tosa um staðarnøvn, túrar á sjónum of hendingar. Báðir høvdu teir upplivingar saman, men so sanniliga eisini hvør sær. Felags fyri teir báðar var, at teir vóru sera væl nøgdir við lívið og glaðir um, at teir vóru komnir so langt á lívi, tí at tað hevði staði um lív við hvørt, tað bóru søgurnar boð um.
Ná men eg fekk nakrar góðar myndir norður í gjøgnum Haraldssund, um Múlan og norður um Viðoynna, har vit sigldu undir Dragnginum og til æru fyri meg, gjørdu teir ein túr runt Skúvoynna. Settorvuna og holið har sóu vit eisini.
Men, sum so ofta fyrr, – ongan kalva, betur næstu ferð.







































































































