Oddur Olsen, høvuðsvenjari hjá U17 dreingjum hjá KÍ, væntar gott spæl og tvey lið, sum fara at leypa á, tá U17 finalan verður leikt í morgin.
KÍ møtir B36 á Tórsvølli kl. 13.15 og KÍ hópurin er væl fyri.
– Vit eru klárir og hava fyrireikað okkum so væl sum gjørligt. Onkur smávegis avbjóðing hevur verið, men vit vænta, at allir eru tøkir leygardagin. Leikararnir eru spentir til finaluna og gleða seg nógv, sigur Oddur Olsen við Norðlýsið.
Góðir dystir millum B36 og KÍ
– Vit hava higartil møtt B36 tvær ferðir. Ein dyst í undanumfarinum. Hesin endaði 3-2 til B36 á Tórsvølli. Hesin dysturin hevði ikki tann stóra týdningin og hvørgan av liðunum spældu við sterkastu manning. Næsti dystur var í FM bólkinum og var leiktur í Klaksvík. Vit vinna 4-1 og hetta var avgjørt ein góður dystur við høgari leikferð og bæði liðini vildu fram at skapa dystin. Á degnum vóru vit betri uttan at taka nakað frá B36, sigur KÍ venjarin.
Kunnu vænta álopsfótbólt
– Dysturin leygardagin er ein finala, so ringt er at meta um gongdina. Men givið er, at bæði liðini vilja vinna. So vit kunnu ímynda okkum, at vit fara at síggja líknandi dyst – uttan at siga vit fáa sama úrslit – sum seinast. Tvey lið sum avgjørt vilja skapa dystin við álopsspæli. So áskoðararnir skulu vænta sær ein spennandi dyst við góðum spæli, tá fyrstu nervanir hava lagt seg, sigur Oddur Olsen við Norðlýsið.
Dysturin byrjar kl. 13.15 og verður stroymdur í FSF Varpinum.



