Tá Lars Olsen í morgun tók A-landsliðshópin út til dystirnar móti Malta og Kosovo, so var ein KÍ leikari millum leikararnar.
Tað er málverjin Kristian Joensen, sum nú aftur hevur fingið landsliðsboð. Hann var seinast úttikin í 2016, men fekk ein skaða undir landsliðsvenjing og hevur ikki verið við síðani tá.
Annars vóru leikarar sum Jógvan Rói Davidsen, Magnus Egillson og Gunnar Vatnhamar millum leikararnar, ið vóru í hópinum.



