Ísamband við tíðindainnslagið í DV í gjárakvøldið, hava vit á Bakkafrost havt kavarar niðri í øllum alinótum okkara um alt landið, fyri at eftirkanna okkara nótir.
Vit hava staðfest at einki hol er á nakrari nót.
Allar nótir verða eftirhugdar regluliga fyri at eftirkanna at einki hol er, og at alt er sum tað skal vera. Vit hava ikki varnast nakað óregluligt í ár.
Vit fráboða illgruna um slopnan fisk til myndugleikarnar umframt at vit rapportera slopnan fisk í okkara sustainability rapport – Sunt lív. Henda er tøk á okkara heimasíðu á:
https://www.bakkafrost.com/media/1790/bakkafrost_burdardygd_2017_web.pdf
Í rapportini sæst á blaðsíðu 21 frágreiðing um umstøður ísamband við at fiskur kann sleppa, og hvussu vit ansa eftir hesum.
Eg kann upplýsa, at í 2015 og 2016 slapp eingin laksur hjá Bakkafrost, men tíverri var okkara størsta óhapp nakrantíð í storminum 29. November 2017, tá vit mistu allan fiskin í einum ringi á Gulanum.



