Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Kongavitjanin úti í Fugloy – 2. partur – Hattarvík

Oliver Joensen

Tá liðugt var á Kirkju, gekk ferðin til Hattarvíkar. Tey kongaligu vóru flutt við bilum, ið settir vóru út í oynna til endamálið. Har var ikki pláss fyri øllum trygdarfólkunum, so fútin og politimenn og onkur annar máttu noyðast við picuppin.

Í Hattarvík bleiv fylgið steðgað omanfyri bygdina, tí her stóð Símun  Gullaksen stóð fyri teimum. Avtalan var, at tey skuldu ganga túrin niðan á Eystfellið. Tað var ein privatur túrur, so her slapp myndatólið ikki við.

Vit kundu tó fylgja teimum nakað niðan í brekkuna, og væl gekk hjá børnunum at ganga. Isabella var fyrst ovast uppi.

Tá fylgið var komið oman aftur eftir túrin á Eystfellinum, komu tey til búgvið borð í seyðahúsinum á Uppistovugarðinum. Har var nógv forkunnugt borðreitt við. Alt føroyskt og nógv framleitt á garðinum.. – Sum sagt aðrastaðni, so gjørdu tey nógv burturúr at tosa við fólk og tey gingu ímillum okkum, eins og vóru tey partur av samfelagnum.

Sigast má, at hendan vitkanin av teim kongaligu var heilt annarleiðis enn vit áður hava sæð. Hetta boðar frá nýggju tíðum kring danska kongahúsið. – Tey bæði Fríðrik og Mary, saman við børnunum, Christiani, Isabellu, Vincent og Josephinu vunnu virðing ímillum føroyingar á hesum túrinum – Ein uppliving vit seint fara at gloyma.

Harleyfacadeacryl