Í morgin, mánadagin 3. september, hevur Team Klaksvík tilmeldingardag.
Hetta fer fram í hølunum hjá Team Klaksvík í Klaksvíkar Badmintonhøll. Gjaldast kann kontant og við korti. Tilmeldingin fer fram millum kl. 17.00 og 19.00. Millum kl. 17.00 og 18.00 vera ymisk hondbóltsspøl á vøllinum, har ungdómsleikararnir sleppa at spæla saman við FTZ leikarunum.
Um onkur heldur seg aftur av fíggjarligum orsøkum, so ber til at seta seg í samband við Helenu V. Kallsberg, forkvinnu, á tlf. 277230 og gera eina avtalu.
Vit gleða okkum at síggja nógvar dreingir til kappingarárið 2018/2019.
Team Klaksvík



