Eg siti og hugsi um, hvør skapar myturnar í okkara landi og komi ikki til annað úrslit, at tað er ein øgiligur munur á, um tú er ein burturgingin hetja, ella um tú sovnar inn í ævinleikan, mettur at døgum og stríði. Eg síggi onga gøtu í Klaksvík, sum er uppkallað eftir Jógvan Fredrik Kjølbro, men Nólsoyar Páll er uppkallaður, so tað sæst. Og tað er ein himmalvíður munur á, hvat Kjølbro legði eftir seg fyri Føroyar í mun til Nólsoyar Páll, sigur Justinus Eidesgaard
Justinus Eidesgaard hevur skrivað eini boð á sínum facebook-vanga, ið hava fingið nógv fólk til knapparnar. Justinus spyr hvat skal til fyri at blíva uppkallaður við einum gøtunavni:
Eg síggi heldur onki fiskiskip, ella trolara, sum er uppkallaður eftir Kjølbro, men Nólsoyar Páll er sjónligur í skipasøguni, hóast tað er ein øgiligur munur á, hvat Kjølbro leveraði til føroyska skipasøgu í mun til 30 tonsaran hjá Nólsoyar Páll, um Royndin Fríða ikki var minni.
Og niðurstøðan má vera, eg sigi ikki, at hon er røtt, at tað eru teir, sum gera myturnar um ein persón, sum avgera, hvussu stórur ein persónur er og hvussu stórur hann skal vera. Fakta telur slett ikki við.
Ein borgastjóri sá rætta virðið í Jógvan Frederik Kjølbro og skipaði fyri, at vit fingu eina standmynd av honum. Tað var Jógvan við Keldu og eg haldi, at ein høvuðsgøta í Klaksvík átti at borðið Kjølbronavnið, tí hesin maðurin fekk so ómetaliga nógv størri týdning fyri alt Føroya land enn Nólsoyar Páll.
Og kona Kjølbro, Karin, átti eisini at sæst aftur í býarmyndini, tí hon var sambært reiðarans egnu orðum, heilin aftanfyri arbeiðssemið hjá nýhugsaranum og íverksetaranum J.F. Kjølbro, hvørt virksemi livir enn, nú 51 ár eru ligin síðan hann andaðist í 1967.



