Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Húsið longu ov lítið

Jóhann Lützen

Hesar fyrstu 14 dagarnar hevur undirtøkan verið serstakliga góð. Vit hava í meðal haft umleið 60-70 børn um dagin, sigur Beinta Á. Gregersen leiðari í Húsinum

Vit hava sett Beintu Á. Gregersen stevnu í nýggju snotuligu hølunum hjá Húsinum, har tey ungu í Klaksvíkar kommunu halda til. Húsið er flutt inn í ovastu etagu í Atlantis og í næstum fara tey eisini at búleikast í kjallarinum. Vit spyrja um starvsfólk og hvussu tey eru nøgd nú teir fyrstu dagarnir eru farnir afturum bak.

– Okkum dáma væl – deilig hølir. Einasta avbjóðing vit hava beint nú er, at tað er ov lítið – vónandi hjálpir tað, tá kjallarin verður liðugur, sigur Beinta.

Tað arbeiða 5 fólk í Húsinum býtt á 100 starvsfólkatímar og so eg sjálv. Tað eru altíð tvey fólk til arbeiðis. Starvsfólkini eru: Hans Edward Andreasen, Eyðvør Klakstein, Johnny Olsen, Bjørg Jarnskor og so eg, upplýsir Beinta

Tey ungu sleppa veruliga at royna seg, har er okkurt til allar aldursbólkar.

– Húsið er eitt tilboð til øll børn og ung úr 3. flokki og til og við 18 ár. Tey frá 3. flokki til og við 7. flokk hava fyrra partin av seinnapartinum. Síðani kunnu tey eldri møta seinni á degnum og út á kvøldið . 7. Flokkur kann sjálvur velja um tey vilja verða um dagin ella kvøldið – ella bæði, sigur Beinta.

– Inntil víðari hava tey ungu spælt borðspøl, playstation, tey syngja karaoke, gera skutaraparkeringspláss, hava havt fyrsta húsfundin, bakað køku, havt flenni-challenge, bubbligums-kapping etc. Ætlanin er sjálvandi at fáa nøkur tiltøk breddan, sum strekkja seg yvir longri tíð. Enn eru vit bara so spakuliga fain í holt við rokk-kórið, men vit hava eisini bara havt opið í 14 dagar enn. Børnini hava spælt bingo, hoppa band, gjørt smooties, spælt playstation, borðspøl, tey hava sungið karaoke, havt onkrar lítlar kappingar. Her er komið eitt lítið sindur meir á skrá til børnini, t.d. Hip Hop-skeið í september, pyjamas-party í oktober, men eisini her er ætlanin sjálvandi at fáa tiltøk á skrá, sum strekkja seg yvir longri tíðarskeið, sigur Beinta.

 

 

Og tað sær út til at børnini hava tikið væl ímóti nýggja tilboðnum í nýggju hølunum. So væl at longu nú er tørvur á fleiri fermetrum.

– Hesar fyrstu 14 dagarnar hevur undirtøkan verið serstakliga góð. Vit hava í miðal havt umleið 55 børn inni í senn – tað merkir, at gjøgnum ein dag hava tað sikkurt verið millum 60-70 børn á vitjan. Tey ungu hava eisini tikið væl ímóti nýggju hølunum, men har eru tølini eitt sindur lægri – kanska millum 35-40 ung hvørt kvøld, men tað sær út til at tey tølini eisini eru vaksandi, upplýsir Beinta.

– Vónandi verður kjallarin skjótt klárur – tað er alvorliga tørvur á at fáa fleiri hølir. Tankin er, at vit skulu seta tónleikastudio upp í kjallaranum og eisini hava eitt rúm, har vit kunnu arbeiða við verkætlanum, har vit kunnu svansa eitt sindur, dansa etc, so tað gleða vit okkum til. Vit rokna ikki við, at tað verður so heilt leingi, men enn er ringt at siga við vissu, nær vit kunnu taka kjallaran í brúk, sigur Beinta

 

 

– Eitt, sum fólk hava lagt merki til eru atkomuviðurskiftini. Tað eru bert trappur upp á loftið í Atlantis. Klaksvíkar kommunu hevur einmælt samtykt at hugsast skal um atkomuviðurskiftini, tá kommunan bjóðar nýggj tilboð. Vit spyrja um hvussu fólk við rørðslutarni kunnu sleppa upp har.

– Tað verður arbeitt við atkomuviðurskiftunum. Tað hevur víst seg at vera ein avbjóðing at gera nakað inni í bygninginum, so nú verður hugt at loysnum uttanfyri. Vónandi kemur hetta í rættlag skjótt, hóast vit enn ikki vita, um nakran, sum hevur tørv á lyftu ella rampu, sigur Beinta at enda við Norðlýsið

………………………….

 

Húsið er eitt tilboð til øll børn og ung úr 3. flokki og til og við 18 ár. Fyri 3. – til og við 7. flokk hava vit opið mánadag til fríggjadag frá 13.00 – 17.00. Fyri 7. flokk og til og 18 ár hava vit opið soleiðis:

  • Mánadag: 19.30 – 23.00
  • Týsdag: Stongt
  • Mikudag: 19.30 – 23.00
  • Hósdag: 19.30 – 23.00
  • Fríggjadag: 19.30 – 00.00
  • Leygardag: 19.00 – 01.00

7. flokkur kann sjálvur velja, um tey koma um dagin ella um kvøldið, ella bæði