Skótalið Nólsoyar Pálls – SNP, hevur verið fyri menning og framgongd seinastu árini. Uppistova er eitt sera vælegnað tilhaldsstað hjá Skótunum. Harafturat hevur skótaliðið nú fingið nýggj og snotulig hús í Skúvadali, sum eru sera væl egnað til menning av okkara ungu ættarliðum
Sum sæst, aðrastaðni her í blaðnum, so byrjar skótaarbeiðið aftur 12. september klokkan 20.00. Umleið 30 Úlvar og Birkibeinarar hava seinasta vetur hildið til í Uppistovu, men okkum tørvar leiðara við ábyrgd til Skótarnar, sum eru úr 5. og 7. flokkunum.
Eitt leiðaratoymi
Tá vit siga, at okkum tørvar leiðara við ábyrgd, so skal takast við, at aðrir flokkar í húsinum hava valt við hvørt at hava eitt leiðaratoymi. Skótarnir møta vanliga eitt kvøld um vikuna, í so máta er uppgávan ikki so rúgvumikil. Í staðin fyri bert ein leiðara, so ber til hjá leiðaranum við ábyrgd, at skipa eitt toymi, soleiðis at abyrgdarfólkið, ikki altíð er bundið, men, at hann hevur ábyrgd av at onkur er, sum tekur sær av føstu kvøldunum.
Náttúran eigur eitt stórt pláss hjá skótunum, tí verður eisini at skipa fyri útilívi hjá Skótunum við legum, vikuskiftistúrum og ymiskum øðrum. Tey eru fleiri, ið vilja hjálpa til, men okkum tørvar eitt ábyrgdarfólk, so hevur tú hug, so ring til Árna Skaale á telf 758100.



