Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Maradona fingið nýtt starv

Jóhann Lützen

Heimsins besti fótbóltsleikari skal aftur í venjaraleiklutin, hesaferð í næstbestu deildini í Mexico.

Argentinska legendan Diego Armando Maradona er vorðin venjari hjá mexikanska felagnum Dorados de Sinaloa. 

Maradona vann HM í 1986 í júst Mexico, mong minnast at hann nærmast vann HM heiti til Argentina einsamallur. Hann leikti 91 landsdystir frá 1977 til 1994. Harumframt vandi hann Argentina frá 2008 til 2010. 

Hann var venjari hjá Al-Fujairah í Sameindu Arabisku Emiratunum, men tað endaði í apríl mánaða í ár. 

Dorados var sett á stovn í 2003 og Pep Guardiola leikti fyri felagið í 2006.