Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Fer undir 10. árið á rað á besta liðnum hjá KÍ

Jákup Ósá

Hóast hann bara er 24 ár, so fer hann næsta ár undir sítt 10. ár á rað á besta liðnum hjá KÍ.

Hann er helst viðoyingurin yvir allar tíðir, sum hevur flestar dystir á besta liðnum hjá KÍ. 

 

24 ára gamli Ísak Simonsen kom fyrstu ferð á besta liðið hjá KÍ í 2010, og síðani hevur hann verið partur av besta liðnum hjá KÍ. Eingin annar leikari í núverandi hópi hevur spælt so leingi út í eitt. Næsta kappingarár verður hansara 10. á rað á besta liðnum hjá KÍ.

 

KÍ boðar frá í dag, at sáttmáli við Ísak Simonsen er gjørdur, ið er galdandi fyri 2019.