Klaksvík
5,2°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Kalsoyar Renningin verður leygardagin

Ítróttur

Leygardagin verður árliga Kalsoyar Renningin, sum Treysti skipar fyri

Tólvta árið á rað skipar Treysti fyri árligu Kalsoyar Renningini nú leygardagin. Runnið verður frá ferjuleguni á Syðradali til Trøllanes. 

“Sam” siglir av Klaksvík kl. 10.00 til Syðradals, og verður byrjað at renna næstan beinanvegin komið verður í land á Kalsoynni. Teinurin norður til Trøllanes er 16,5 kilometrar og verður runnið ígjøgnum allar fýra tunnlarnar. Teinurin áðrenn fyrsta tunnilin er umleið 7 kilometrar. Á restini av teininum er størri parturin ella umleið 5,5 kilometrar í tunnli. Í øllum tunnlunum eru refleksskeltir í síðunum, sum hjálpa væl tá ein hevur lykt. Allir tunlarnir hava mótbrekku á veg norðureftir. Mótbrekkunar í tunlunum blíva flatari fyri hvønn tunnil á veg norður. 

Tá komið er í mál á Trøllanes verður gott ábit, kaffi/te og køkur at fáa har. “Sam” siglir av Syðradali aftur kl. 14:20 og kl. 17:35. Luttakarar skulu minnast til: Lummalykt/pannulykt, endurskin og skiftiklæðir.

Undirtøkan hevur øll undanfarin ár verið góð og tað er hon aftur í ár. Tað kunnu 100 luttaka og í løtuni eru tað 70, sum eru tilmeldaði. Umframt føroyingar ymsastaðni frá, so eru eisini luttakarar úr Norra og Fraklandi.

Freistin at melda til er í kvøld. Leinkja til tilmelding er her: Kalsoyar Renning 2018