Sunnudagin kann tað blíva fjórðu ferð síðani 1990, at FM vinnarin í bestu mansdeildini verður funnin eftir dyst í Klaksvík.
HB tryggjaði sær FM í Klaksvík í 1990. GÍ tryggjaði sær FM í Klaksvík í 1994 og KÍ tryggjaði sær FM í 1999. Nú kann HB sunnudagin blíva fjórða liðið síðani 1990, sum tryggjar sær FM í Klaksvík.
HB skal hava 1 stig fyri at vinna FM í Klaksvík sunnudagin. Dysturin byrjar kl. 15.00.



