Tær sera vælkomnu broytingarnar í matvøru lógggávuni í fjør gjørdi tað møguligt hjá Jógvani Høj og Johan Mortensen at fara undir størri framleiðslu av skinkum og ostum.
Avrátt varð í samráð við bóndahjúnini Maud og Bárð Østerø, at fara undir at turka í einum av teirra hjallum á Trøllanesi.
Trøllanes er tiltikið fyri gott og sera vælsmakkandi turt kjøt og tað var við hesum optimalu veður umstøðunum í huga, at avgjørt var at royna skinku turking á Trøllanesi.
Trøllanes Skinkan 2018 verður nú frumseld á Eplafestivalinum á Sandi nú leygardagin.



