Eplafestivalurin er farin í gongd í morgun við tað at sølustøðini hava latið upp í Trøðum á Sandi. Veðrið var harðligt fyrr í morgun, men nú er makligt her og sólin kemur ígjøgnum av og á. Tað sýnist sum um vesturættin dregur uppi her, tí hóast tað sær út at vera nógvur vindur suður ímóti Stóru Dímun og Skúvoynni, so er lítil vindur her.
Í gjár vitjaði eg inn á gólvið hjá Ottari Hentze á Uttarstovugarðin, har hann rokaðist við fyrireikingarnar til Eplafestiválin. Eg hevði verið niðri á lánni og har tikið nakrar myndir av nógva fuglalívinum har. Sigið við Ottar, at har var so nógvur skarvur, at helst var “Hetlandsskavurin” komin aftur til Føroya.
Sum sandoyingum líkt, so mótmælti hann ikki. Hinvegin, so segði hann: Skúvingar eru so óførir at meldað skjótingabátar sum koma ov nær økinum har ikki er loyvt at skjóta. Hetta kemur eisini okkum til góðar, tí her er sera nógv av eitt nú sjófuglalívi. Sammetir tú við økið norðanfyri Skopun og har á leið, so er nógv fuglaríkari er enn har, eg ivist ikki í at skúvingar eiga ein stóran part av æruni.




















