Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, , ,

Hin gamli visti hvat hann gjørdi næstan -50 ár seinni loysti eg gátuna

Oliver Joensen

Í dag hitti eg ein sera hugfarsligan vágbing her í Trøðum á Sandi. Hann er væl kendur kring Føroyar og eitur Jóannes við Óságarð.

Jóannes kom til Sands fyrst í 70árunum, tá hann fekk konu higani. Hann sigur soleiðis frá eini uppliving hann hevði tá, men sum hann ikki fann svarið upp á fyrr enn í 2017.

Eg búleikaðist í húsunum hjá verðforeldrunum tá. Nærum hvønn dag sá eg ein gamlan mann fara oman at vatninum her við tráðu. Í mínum eygum sá hann eitt sindur skirvisligur út í sínum avkubbaðu klovstyvlum har hann stóð við bambustráðu síni við vatnið.

Hann fiskaði mest sum bara hesar smáu vatnaskrubburnar. Eg helt, at hjá honum mundi vera nakað fátæksligt, tók eitt sindur synd í honum og helt, at eg skuldi fara at læra hann rættuliga at fiska síl.

Hetta var sum sagt fyrst í 70unum einaferð. Í 2017 fari eg at seta álarúsur her á vatninum saman við einum sandingi. Vit fingu nógvar vatnaskrubbur í, og eg byrjið at blaka út aftur. Tá sigur hesin: “Nei, nei, nei, ert túr ørður, hatta blakar man ikki út”.

Eg tók so nakrar við heim og eg má siga at eg var ovfarin av hesum smáu skrubbunum, tær vóru spika feitar og harafturat smakkaðu tær so sera væl. Smakkurin av skrubbukjøtinum var mest átøkur állinum.

So, segði Jóannes við Óságarð, við einum hugfarsligum smíli: “Hesin gamli visti hvat hann gjørdi og eg brúkti eini 47 ár at finna út av, at vatnaskrubburnar vóru óførur matur.”

—-

Norðlýsið vitjaði eisini Jóannes í fjør. Tá vitjaðu vit einsamalla súreplatræið, ið hann hevur smíða eina “glasstovu” til. Í ár vóru súreplini ikki komin nóg langt. Jóannes gramdi seg um, at hann hevði verið ov lítið á Sandi og røkt súreplatræið, tað var orsøkin. Men í bilinum hevði hann eina eskju við frískum vælangandi súreplum úr Vági – Hesi eru frá eini vinkonu suðuri í Vági, nú kanst tú fáa eitt frá mær at hava við tær norður í Vág. – Eg takkaði fyri og eri spentur at taka hetta súrepli við mær norður, tí eg ætli mær ikki at eta tað fyrr enn norðuri í Vági. Áhugavert at fara at royna eitt, ið er vaksið suðuri í Vági.