Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Íverksetarahúsið nýggjan stjóra

Dávur Winther. Myndir: Dávur Winther

Íverksetarahúsið bjóðaði í gjár til ein kaffimunn, í sambandi við at Bjartur Nolsøe gevst sum stjóri, har høvið var at heilsa uppá.

Bjartur Nolsøe, sum hevur verið stjóri tey seinastu 3 árini, hevur boðað frá at hann ynskir at royna nýggjar avbjóðingar og gevst tí sum stjóri.

Bjartur byrjaði í starvinum í 2015 og kom tá úr einum starvi sum vinnukundaráðgevi í BankNordik, og áðrenn tað sum økisstjóri hjá BankNordik í Grønlandi.

Í stýrinum fyri Íverksetarahúsið sita Rannvá Troest, Eva Skeel Nolsøe og David Im. Søkt er eftir nýggjum stjóra, sum verður settur í næstum, verður sagt frá stýrinum.