Klaksvík
8,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Stjørnan tekur ímóti Kyndil í kvøld – fyrsti heimadysturin í ár

Oliver Joensen

Fysti heimadysturin hjá Stjørnuni í hesum kappingarárinum verður í kvøld kl. 18.30, tá Kyndil vitjar

Liðini hava higartil leikt tveir dystir, og støðan er tann, at Stjørnan hevur 1 stig, eftir tepur tap móti Neistanum og javnleik móti StÌF. Kyndilakvinnur hava enn onki stig, eftir tap móti H71 og VÍF.

Bæði liðini hava mist leikara frá seinasta kappingarári. Hjá Stjørnuni er stórur saknur í Jancy Jacobsen, sum ikki verður við hetta kappingárið, men ungu leikarnir eru blivnir eitt ár eldri, og hava staðið seg væl í undanfarnu dystunum. Kyndil hevur mist fleiri av berandi kreftunum frá seinasta kappingarári, nevnast kunnu Turid Arge Samuelsen og Marianna Eystberg.

Lagt er upp til javnan og spennandi dyst í KÍ-høllini í kvøld, og byrjar dysturin, sum nevnt,

kl. 18.30.

Harleywoodpaint