icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Klaksvíkar Býráð sleppur hýruvognsvinnuni leysa

John William Joensen

Á býráðsfundi í Klaksvíkar Kommuna í kvøld verður skotið upp at reglugerðin fyri hýruvognar skal avtakast.

Frágreiðing um málið:
Eftir áheitan frá Havna- og vinnunevndini eru 3 hýruvognsloyvir lýst leys at søkja. Nú freistin er farin, er bert ein umsókn komin.
Vinnan meinar ikki, at fleiri loyvir skulu latast. Tí at teir, sum liva av vinnuni, hava ikki so nógv at gera, og at um kommunan letur fleiri loyvir, er ikki møguleiki fyri rímiligari inntøku hjá teimum vinnurekandi.
Tí mælir vinnan til, at onki nýtt loyvi verður latið. Vinnan er ikki samd um, um Standard Hýruvognsreglugerðin skal avtakast.
Løgfrøðingur kommununnar hevur ráðført í samband við ætlanina at fáa eina hýruvognsstøð í kommununi. Hann hevur gjørt eitt uppskot til avtøku av nevndu reglugerð, sum verður klárt til nevndarfundin hjá Havna- og Vinnunevndini.
Har Standard Hýruvognsreglugerðin ikki er sett í gildi, er ferðslulógin galdandi.

Tilmæli:
Málið verður lagt fyri nevndina at taka støðu, um Standard Hýruvognsreglugerðin skal avtakast fyri Klaksvíkar kommunu. Um ikki, verður nevndin at taka støðu til, um talið á hýruvognsloyvum skal minka frá 10 til 8 loyvir, og um umsøkjarin skal fáa hýruvognsloyvi.
HaVN 17-09-2018
Nevndin mælir til at Standard Hýruvognsreglugerðin verður avtikin fyri Klaksvíkar kommunu.
 

Les skránna fyri fundin í kvøld HER