Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Eisini fiskur millum oyggjarnar

Oliver Joensen

Brandur er einasti størri útróðrarbáturin í Hvannasundi. Teir eru tveir mans við Brandi og ein fastur maður á landi. Tað hevur gingið sera væl við fiskiskapinum hjá Brandi í ár.

Janus Sørensen, skipari og ein av eigarunum av Brandi sigur í morgun, at teir avreiddu 8.500 pund í gjár, harav umleið 7.000 pund vóru toskur og í dag avreiddu teir 7.500 pund harav um 6.000 pund var toskur.

Í dag vóru vit høgligir, sigur Janus, vit vóru inn ímillum oyggjarnar her og fingu 7.500 pund sum sagt. Her hava vit at kalla ikki sæð fisk seinastu árini. Eg havi onkuntíð roynt at sett her inn í millum og tað er bert blivið til eini 500 pund. Sigast má, at tað er sera stór broyting í fiskiskapinum hjá okkum útróðrarbátum.