Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Kristoffur nærkast topp 10 listanum hjá KÍ

Jákup Ósá

Kristoffur Jakobsen skoraði í Sørvági triðja dystin á rað.

29 ára gamli Kristoffur Jakobsen hevur víst gott máltev teir fáu minuttirnar, ið hann hevur spælt í ár. Hann skoraði triðja dystin á rað móti 07 Vestur og hetta var samstundis mál nummar 35 á besta liðnum hjá KÍ. Megnar hann at skora eitt mál afturat, so kemur hann í topp 10 listan yvir flest mál í KÍ søguni.

 

 

 

Listin yvir KÍ toppskjúttar sær soleiðis út:

1. Kurt Mørkøre 121 mál
2. Páll A. Klettskarð 104 mál
3. Hjalgrím Elttør 80 mál
4. Heðin á Lakjuni 63 mál
5. Steinbjørn Jacobsen 55 mál
6. Olgar Danielsen 53 mál
7. Jóannes Bjartalíð 40 mál
8. Olvheðin Jacobsen 38 mál
9. Rógvi Jacobsen 37 mál
10. John Sigurð Joensen 36 mál
11. Beinur Poulsen 35 mál
11. Kristoffur Jakobsen 35 mál