Venjingarhópurin er úttikin sum partur av fyrireiking til landsdystirnar í november. Nú fáa fleiri KÍ leikarar møguleikan at sannøra Lars Olsen um, at teir eiga at sleppa uppí part á A-landsliðnum.
Fsf.fo skrivar:
Fyrireikingarnar hjá Lars Olsen, A-landsliðsvenjara, og Jóannes Jakobsen, hjálparvenjara til UEFA Nations League dystirnar á útivølli móti Aserbadjan og Malta, sum verða ávikavist 17. og 20. november, eru so smátt farnar í gongd.
Tá Betri Deildin hjá monnum endar seinni í hesum mánaðinum, verður fari undir venjingar við heimligu spælarunum, umframt teimum, ið hava sína dagligu gongd í íslendskum fótbólti.
Átta venjingar eru settar á skrá, og eftir seinastu venjingina, sum verður 9. november, verður endaligi hópurin úttikin.
Hópurin
Teitur Matras Gestsson, HB
Kristian Joensen, KÍ
Atli Gregersen, Víkingur
Odmar Færø, B36
Jógvan Rói Davidsen, HB
Magnus Egilsson, HB
Alex Mellemgaard, B36
Jóannes Kalsø Danielsen, KÍ
Hørður Askham, KÍ
Gunnar Vatnhamar, Víkingur
Bartal Wardum, HB
Rene Shaki Joensen, Grindavík (ICE)
Kaj Leo í Bartalsstovu, ÍBV (ICE)
Brandur H. Olsen, FH (ICE)
Tróndur Jensen, HB
Jákup Biskupstø Andreasen, KÍ
Meinhard E. Olsen, B36
Jóannes Bjartalíð, KÍ
Adrian Justinussen, HB
Pól Jóhannus Justinussen, NSÍ
Sølvi Vatnhamar, Víkingur
Eli Falkvard Nielsen, B36
Klæmint Andrasson Olsen, NSÍ
Jákup Ludvig Thomsen, FH (ICE)
Av tí at nakrir av teimum, ið eru boðsendir, hava smávegis skaðar at dragast við, er ikki óhugsandi, at aðrir verða innkallaðir til komandi landsliðsvenjingar.



