Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Jákup B rokfiskiskap undir Føroyum

Jákup Ósá

Hesa síðstu vikuna var nógvur fiskur at fáa hjá onkrum av línuskipunum undir Føroyum.

Línuskipini hava annars nærum ongar góðar túrar gjørt undir Føroyum síðstu árini, men nú er kanska vend komin í. Í øllum førum hevur Jákup B havt rokfiskiskap vestanfyri Føroyar hesa síðstu vikuna. Hann landar í morgun og hevur 125.000 pund. Tveir triðingar er toskur, ein lítil triðingur av hýsu og so eitt lítið sindur av longu. Hann byrjaði at fiska 14. oktober og hevur sostatt roynt í eina viku.